Fyrra partin av torravikuni fer eitt lágtrýst, sum í kvøld er statt ein útsynning úr Íslandi, at seta sín dám á veðrið um okkara leiðir. Vit hyggja tveir dagar fram í vikuna, sum kemur.
Í nátt kemur eitt brúgvalag við regni hendavegin. Ættin áðrenn og ímeðan brúgvalagið er yvir okkum verður landsynningur ella landsynningur-sunnan. Tað er væntandi passerað seint seinnapartin. Eftir tað støkkur ættin vesturum til útsynning. Vindferðin í morgin ári verður 10 til 15 m/s, men hon er minkandi. Á middegi er komið niður í 8 til 12 m/s; eftir at ættin er stokkin vesturum, verður enn minni vindur.
Tað verður vátt í løtum í morgin. Brúgvalagið fer at hava regn við sær, men tað sær ikki út til at vera so nógv. Tí verður spátt um ælingar ella regn í løtum. Hitin í morgin fer at liggja um 6 til 8 stig.
Týsmorgun verður útsynningur ella útsynningur-vestan, 8 til 12 m/s, við regnæliingum. Soleiðis verður mestsum allur dagurin, tó at ættin spakuliga fer at sníkja seg upp ímóti vestri seinnapartin ella tíðliga um kvøldið, og vindferðin minkar eitt sindur.
Hitin týsdagin fer at liggja um 6 til 8 stig.



