Vestan fyri Ísland sæst lágtrýstið, sum kemur framvið í morgin og fer at set sín dám á. Skýlagið er tjúkt vestan fyri miðjuna av lágtrýstinum – har heit luft av leiðunum í miðjum Atlantshavi trýstir kaldari luft burt. Munurin í hitanum er eini 3-4 stig, tí regnar nokkso nógv har.
Tað hendir nógv í lufthavinum, og tá ið lágtrýstini ætla sær beint ímóti okkum, eru dagføringar neyðugar alla tíðina.
Onkur broyting er at síggja frá gjár. Dagurin í dag verður soleiðis sum spátt varð í gjár: 5 til 10 m/s úr útsynningi og regn flestu staðir kring middag. Seinnapartin í dag verður turt aftur.
Til í morgin varð spátt nógv regn fyrrapartin, at tað skuldi vera ringast um middagsleitið, og at ein betring fór at vera í veðrinum allan seinnapartin og um kvøldið. Henda forsøgn verður broytt til, at nógv regn verður allan fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin. Minking í regninum kann væntast eftir klokkan 15. Sostatt er myndin flutt einar 3 tríggjar tímar fram. Vindferðin fer at liggja um 12 – 15 m/s.
Hitabrúgvin, sum fer at geva allan úrdráttin í morgin, verður sostatt nakað drúgvari, enn fyrr varð mett.
Fríggjadagin fer ættin upp í norðan. Tað verður um middagin, kanska eina løtu inn í seinnapartin. Vindurin verður eitt sindur minni fríggjanátt og fríggjamorgun, men løtuna ættin gongur upp í norðan, verður meiri vindur aftur, einar 15 m/s.Sum dagurin gongur, gerst alsamt klárari og turrari.
Leygardagurin verður tann frægasti á Summarfestivalinum, hvat veðrinum viðvíkur. 5 til 10 m/s av útnyrðingi, skýggjað og sóglottar, men okkurt æl eisini.
Dagføring um veðrið verður er á síðuni í morgin…




