Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Hetta vikuskiftið er fyrsti sjómannadagur í 3 ár. Tiltøk hava verið í vikuni, í kvøld er tað stóra vatnkríggið, men tann stóri dagurin er í morgin.

So er tað tað, hvussu veðrið fer at vera….

Í dag er tað eitt lágtrýst, sum stendur yvir eystara parti av Íslandi, sum myndar veðrið í Føroyum. Tá ið soleiðis er, er ættin hjá okkum um sunnan og tað er ælaveður.

Hyggjandi eftir mátistøðunum hjá Veðurstovuni og Landsverki er sjón fyri søgn. Ættin í morgun er vesturhall suðurætt, 10 til 15 m/s og tað er skýggjað og ælaveður. Hetta sær út til at fara at vera veðrið allan dagin í dag. Onkra løtu er longri millum ælini, og í støðum færri ælingar enn aðrasteðs.   

Í nátt er hetta góða lágtrýstið farið norðureftir og langt burtur frá okkum, og so er friður av tí.

MEN, …eitt annað er á veg sunnaneftir. Ikki djúpt við nógvum vindi, men tað rakar beint á okkum, og tað kann vera ringt at raka rætt í spádóminum fyri veðrinum í morgin. Men vit royna….

Í morgin ári fer hann at liggja av landsynningi, 3 til 8 m/s, og tað er yvirhøvur turt kring alt landið. Út á fyrrapartin fer at regna, og ættin fer at ganga úr landsynningi upp í móti norði fram ímóti midddegi; seinnapartin fer hann vesturum til útnyrðing og so vestan. Tað slítur í um 16 tíðina (pluss/minus 1 tíma).

Seint seinnapartin í morgin og annaðkvøld er lítil vindur av vestri, samdrigið og turt.

Sunnunátt og -morgun er útnyrðingur, 3 til 8 m/s, og aftur regn ella ælaveður. Fyrrapartin minni vindur og turt.