Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið komandi dagarnar

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám. Myndir Oliver

Luftin, sum fer at reka inn yvir Føroyar teir næstu dagarnar, stavar frá havleiðunum vestan fyri tað evropeiska meginlandið. Ættin fer at liggja ímillum sunnan og vestan.

Eitt hátrýstøki yvir bretsku oyggjunum heldur lágtrýstini burtur. Tí er veðrið gott í Stórabretlandi, men lágtrýstini fara norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin og trýsta seg norður í Norskahav ístaðin fyri. Tí fara Føroyar teir næstu dagarnar at verða á markinum, har sum lagtrýstini trýsta á hátrýstið.

Í dag verður sunnan og útsynningur – seinnapartin vaksandi upp í 10 til 15 m/s og upp í 13 til 18 m/s í kvøld. Ælaveður seinnapartin, men regn í kvøld.

Í morginári er ættin farin upp ímóti vestri – vindferðing verður verandi um 13 til 18 m/s – og ælaveður. Soleiðis verður veðrið til seint seinnapartin ella tíðliga annaðkvøld. Tá minkar vindurin; á midnátt er ferðin komin niður í 8 til 12 m/s.

Mikudagin fer hann at koma av vestri 10 til 15 m/s og ælaveður.

Hitin hesar dagarnar fer at liggja um 9-10 stig.