Eitt sindur av vindi er hevur verið í nátt og í morgun. Tað er lágtrýstið sunnan fyri Ísland, sum dregur luftina til sín. Hetta lágtrýst er farið at grynnast – t.e. at megin minkar – og vindurin rundan um tað fer at gerast minni, sum dagurin í dag líður.

Vindferðin hevur verið skrið, 17 til 20 m/s, ættin hevur verið landsynningur, og tað hevur regnað í meginpartin av landinum í morgun. Nú er farið at slíta í – turt næstan allastaðni. Kuldabrúgvin er næstan farin framvið – bert norðari parturin av Føroyum er eftir. ì hølunum á kuldabrúnni kemur eitt samanrunnið brúgva. Tað kemur úr útsynningi við regni til okkara – seinnapartin fer tí at aftur regna í nakrar tímar. ì kvøld verður ælaveður.
Seint í kvøld fer vindurin at minka niður í 5 til 8 m/s, og ættin fer aftur at vera landsynningur. Eitt skifti í morgin verður ættin eystan, men ælingar fara koma og fara. Hitin í morgin fer at liggja um 10 til 11 stig.