Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið sjómannadagarnar

Hanus Kjølbro

Tað fer at vera eitt og sama lágtrýst, sum fer at mynda veðrið alt komandi vikuskifti, meðan sjómannadagar eru í Klaksvík.

Lágtrýstið er í løtuni statt einar 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland. Har fer tað mestsum at standa í stað teir næstu dagarnar, og tí fara vit at merkja eystara part av einum tempereraðum lágtýsti. Har er lágætt – vindurin fer at koma úr ættunum ímillum landsynning og sunnan. Lágtrýstið fer ikki at vera serliga djúpt – t.e., at megin í tí fer ikki at vera stór. Trýstið er væntandi lægst á middegi í morgin – fríggjadag – 986 hPa.

Yvir Skandinavia er lufttrýstið sera høgt um dagarnar – heilt uppi á 1030 hPa – og mesin munur í lufttrýstinum yvir Føroyar og Skandinavia fer at geva okkum eitt sindur meira vind í vikuskiftinum, enn eitt so veikt lágtrýst vanliga hevur við sær – upp í ein strúk í vindi 13 m/s. Hetta verður fríggjadagin.

Veðrið í morgin – fríggjadag – fer at vera soleiðis, at vindur fer at koma úr landsynningi, sum út á fyrrapartin verður sunnan. Vindferðin fer at liggja um 10 til 13 m/s. Fríggjanáttina regnar, men út ímóti middegi vera ælingar. Sum tað líður út á seinnapartin fer at vera longri ímillum ælini. Um kvøldið kann aftur gerast vátari. Hitin fer at liggja um 12-13 stig.

Leygardagin fer ættin at vera landsynningur-sunnan. Vindferðin fer at minka úr 10 til 13 m/s um náttina niður í 5 til 6 m/s seinnapartin og um kvøldið. Viðvíkjandi úrdrátti, so kunnu ælingar væntast við hvørt. Hitin leygardagin fer at liggja um 12-13 stig.

Sunnudagin fer ættin at flyta seg upp í eystan, og vindurin fer at veksa upp í 10 m/s eitt bil. Fyrrapartin verður yvirhøvur turt, men ein hitabrúgv nærkast eystaneftir, so tíðliga seinnapartin sunnudagin er hon væntandi komin so nær, at tað fer at regna. Hitin sunnudagin fer at liggja um 13-14 stig.