Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið um páskini

Hanus Kjølbro – SjóNám

Veðrið um páskini fer ikki at variera so nógv, sum tað onkurntíð hevur gjørt. Ættin fer at vera ímillum útsynning-vestan og útsynning-sunnan. Vindferðin fer at variera úr 5 til 10 m/s í dag til upp í 18 m/s mánadagin.

Tað er eitt hátrýstøki yvir tær bretsku oyggjarnar, sum fer at stýra veðrinum hesa páskahátíðina.

Í morgun – páskaaftansmorgun – kemur vindurin úr útsynningi; eitt stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s. Ættin fer út á dagin at broytast til útsynning-vestan, og vindferðin fer at veksa upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s. Tað fer at vera skýggjað veður í dag við regni í støðum. Hitin í dag fer at liggja um 7 stig.

Páskadag fer vindurin at koma úr lágum vestri – vindferðin fer at liggja um ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s, men minkandi út á dagin niður í eitt andøvsgul ella stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s. Turt fyri tað mesta og skýggjað, og hitin páskadag fer at liggja um 7 stig.

Annan páskadag fer ættin fyrst at vera lágur útsynningurm snarandi seinni upp í útsynning-vestan. Vindferðin um morgunin fer at veksa úr einum einum stívum andøvsguli upp í skrið seinnapartin, 15 til 18 m/s. skýggjað allan dagin – sólglottar út á dagin. Annan páskadag fer at liggja um 8 stig.

Harleywoodpaint