Nokkso nógv er gjørt burtur úr veðrinum fyri vikuskiftið. Talan er um eitt lágtrýst, sum nú er farið norður um Føroyar. Trýstið ímiðjuni var niðri á 966 hPa klokkan 6 í morgun – og tað er nokkso lágt. Kraftin í lágtrýstinum er stór, og vit merktu tað í gjárkvøldið við vindi uppi í stormi og nógvum avfalli.
Nú er klokkan 10. Vindurin minkaður, og regnið er hildið uppat. Vit komu inn í miðjuna av lágtrýstinum – einki avfall, lítil vindur og klárt í veðrinum. Men lágtrýstið flytur seg, og vit eru á veg úr miðjuni og út ímóti vestaru síðu. Har er eisini vindur og regn – líkasum á eystaru síðu.
Vindurin er vaksin í Suðuroy. Vindmátarar Landsverks vísa nú upp í 20 m/s – munandi meiri í fjøllum og skørðum: 37 m/s og 28 m/s á Ørðaskarði og Porkerishálsi, ávikavist. Í Sandoy er vindurin vaksin, men ikki líka nógv sum í Suðri.
Vindur fer eisini at veksa norðanfyri, men alt landið far ikki storm, líkasum suðringar og sandingar. Vestanfyri fer eisini at verða stormur – t.e. meiri enn 20 m/s – men Norðuroyggjar fara eftir øllum at døma berta at fáa í mesta lagi eitt skrið – 15 til 20 m/s. Og tað fer at vara til middags í morgin – leygardag.
Út á seinnapartin fer vindurin at minka; um nátturðatíð er hann komin niður um 15 m/s. Tá er ættin vorðin til útnyrðing.
Sunnunáttina fer at vera lítil vindur av útnyrðingi, men út á fyrrapartin fer vindur at koma úr ymsum ættum. So kemur lágættin aftur, tí seinnapartin sunnudagin fer hann at koma úr landsynningi, og vindurin veksur aftur upp í 8 til 13 m/s.
Hitin í vikuskiftinum fer eisini at vera eitt sindur upp og niður – 6 til 8 stig í dag og sunnudagin, men nøkur stig kaldari leygardagin. Tað er tá, at útnyrðingurin er.
Gott vikuskifti




