Seinnapartin í dag og út á kvøldið, verður tað eitt frískt lot av suðri, um 8-10 m/s. Tað verður nakað av regni og hitin fer at liggja um 5 stig.
Leygardagin
verður undir 5 m/s av ymsum ættum. Tað verður kaldari, hitin undir 5 stig. Út á kvøldi, møguliga okkurt æli.
Sunnudagin
um middagsleitið verður hann sunnan í ættini. Frískt lot, um 5 m/s. Okkurt æli. Seinni út á kvøldi snarar hann í ein landsynning og veksur vindin upp í frískan vind, um 8 m/s. Tað fer at regna.
Á middegi mánadagin og fram, verur hann framvegis landsynningur í ættini, vindurin verur tann sami, frískt lot, og fyri tað mesta turt
Næmingar á Sjómannskúlanum í Klaksvík




