Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið verður gott um vikuskiftið

Hanus Kjølbro, Sjónám

Høgættarkuldin verður vikuskiftið afturat, so fer at gerast eitt sindur lýggjari. Eitt lágtrýst nærkast úr vestri, men tað verður ikki við okkara leiðir fyrr enn seint sunnudagin.

Veðrið hevur yvirhøvur verið ok hesa vikuna – kalt í luftini, nakrir ælingar, ikki so nógvur vindur. Hann er minkaður úr 15 m/s mánadagin og týsdagin niður í stilli í morgun. Firðir og sund er speglisblonk í morgun – í støðum er himmalin bláur – aðrasteðs bert spjødd nyðruskýggj (altocumulus) í eystri.

Í vikuskiftinum fer at vera lítil vindur – upp í 8 m/s leygardagin. Seint sunnudagin fer vindurin at veksa úr suðuri. Eftir tað fer hitin at kvinkast uppeftir.

Sostatt eru veðurtíðindini fyri vikuskifti, at eitt lot fer at vera úr norðri ella landnyrðingi – okkurt ælið innímillum. Hitin fer at liggja 1 og 2 stig báðumegin frostmarkið.

Gott vikuskifti.