Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrur í nýggjum skinni

Oliver Joensen

Føroya Bjór hevur nú latið kenda veðrin í nýtt skinn, við tað at veðraølið nú fæst í plastfløskum ella teim sokallaðu pen-fløskunum.

Í tíðindaskrivi til Norðlýsið sigur Føroya Bjór, at teir nú endiliga hava fingið fatur á eini lættari PEN fløsku. Fløskan er brún og verjir tí væl móti ljósi og er yvir 30% lættari enn ein glasfløska. Fløskan tekur eitt sindur meira enn traditionellu glasfløskurnar, nevniliga 38 cl. Ella 15% meira.
Fløskan er mest ætlað til uttandurða brúk, til stevnur, festivalar og kanska til at hava við til fjals og fjørðu. Hon átti at verið meira umhvørvisvinarlig, við tað at nú slepst undan glassplintrum í náttúruni.
Fløskan verður heldur dýrari enn vanligu glasfløskurnar. Pantið er 2 kr. við mvg og tað er eitt sindur meira øl í eisini, so vælgagnist.