Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veður forsøgnirnar siga verri veður í annaðkvøld

John William Joensen

Nú tykjast hvirlurnar hava lagt seg og hjá politinum eru telefonirnar tagnaðar. Nógvar fráboðanir hava verið í kvøld og sambært politinum hevur serliga nógvar verið í Klaksvík og í Eysturoynni. Norðlýsið ferð eisini í morgin at fylgja veðrinum sum sambært forsøgnunum verður ringast umleið kl. 19 til 20 í annaðkvøld.

Færøernes Politi – 2013-12-15 00:58 GMT

Tað hevur leikað hart á síðani seint seinnapartin í gjár og vit hava fingið umleið 30 fráboðanir um vindskaðar, sosum húsatekjur eru foknar, rútar knústir og húsaklæðningar hava skrætt seg leysar.

Skaðarnir eru fráboðaðir ymsastaðni runt í Føroyum, men flestu fráboðaninar eru úr Klaksvík.

Orsakað av nógvu skaðunum, fýkur nógv leyst byggitilfar runt, so skilabest er um fólk halda seg innandura til vindurin er minkaður enn meiri.

Sløkkiliðini og bjargingarfeløgini eru væl mannaði og royna at hjálpa har tað yvirhøvur er møguligt, men tað ber nokk ikki til at fáa eina neyvari metan av støðuni fyrrenn í lýsingini móti morgni, tá eisini kann væntast at vindurin er minkaður.

Tað verður sagt frá sera ringum veðri aftur seinnapartin í dag (sunnudag), so heitt verður á fólk um at tryggja leysafæ so gott, sum á nakran hátt gjørligt.

Fólk verða annars biðin um bert at ringja 1-1-2 Alarmsentralin um brúk er fyri bráðfeingis hjálp. Vindskaðar skulu fráboðast á tlf. 351448

LES EISINI: 

Double up (!) – tvær ferðir stormur í einum samdøgri…>

Harleywoodpaint