Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðurforsøgn fyri viku 21

John William Joensen

Klokkan 06.00 hósdagin, verður vindurin landsynningur eystan í ættini, vindurin verður 3-8 m/s, tað verur turt í veðrinum, hitin um 6-9 gradir.

Klokkan 12.00 hósdagin, verður vindurin eystan í ættini, vindurin verður 2-5 m/s, tað verur turt í veðrinum, hitin um 7-10 gradir. 

Klokkan 00.00 fríggjanáttina verður vindurin eystan í ættini, vindurin verður 3-8 m/s, tað kann vantast eitt sindur av regni, hitin um 5-8 gradir.
Klokkan 12.00 fríggjadagin, melur hann av ymsun ættum, vindurin verður 2-5 m/s, tað verður turt, og hitin 6-10 gradir. 

Klokkan 00.00 leygarnáttina, veksur hann vindin av landsynningi, vindurin verður 10-15 m/s, tað verður turt í veðrinum, tó kann okkurt lítið æli koma niður. Hitin verður 6-8 gradir. 

Klokkan 12.00 leygardagin, verður hann sunnan í ættini, vindurin verður 10-15 m/s, tað fer at regna, og hitin verður um 7- 10 gradir. 

Klokkan 12.00 sunnudagin, verður hann sunnan í ættini, vindurin verður 8-13 m/s, tað fer møguligt at regna eitt sindur, hitin um 7-10 gradir.