Eitt lágtrýst yvir Suðurnoregi, stendur næstan í stað og kemur næstu dagarnar at geva høgættarrák yvir oyggjarnar.
Útarbeitt av næmingum á Sjómannsskúlanum í Klaksvík:
Seinnapartin fríggjadagin til leygarmorgunin: Hvassur vindur av landnyrðingi 13-18 m/s, við hvirlum upp í skrið 17-20 m/s við ælingum. Hitin verður ímillum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin á middegi: Vindurin minkar spakuliga niður í strúk í vindi av landnyrðinginorðri 10-15 m/s. Út á kvøldið andøvsgul til stívt andøvsgul 5-10 m/s. Møguliga kavaælingur, og hitin um frostmarkið.
Leygarkvøldi á middnátt og til sunnudagin á middegi: Stívt andøvsgul av landnyrðingi 7-12 m/s, ið minkar út á middagin. Um kvøldið eitt gul til andøvsgul av landnyrðingi 3-8 m/s. Hitin verður um frostmarkið.
Sunnukvøld á middnátt til mánadagin á middegi: Gul til andøvsgul millum norðan og landnyrðing 3-8 m/s, sum veksur út á middagin til stíft andøvsgul til strúk í vindi 8-13 m/s. Hitin verður ímillum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagin á middegi til týsdagin á middegi : Norðan í ættini strúkur í vindi 8-13 m/s, vaksandi út á kvøldið til strúk í vindi, møguliga hvassan vind 12-17 m/s við kavaælingi. Hitin verður ímillum 3 kuldastig og 3 hitastig.




