Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðurlagið í heiminum er í ferð við at broytast

John William Joensen

Eftir tjak í nógv ár eru nú næstan allir serfrøðingar samdir um, at heimsveðurlagið er farið at broytast, at broytingin serliga stavar frá útláti av CO2, og at hetta fer at halda fram og versna hesi komandi 100 árini, um ikki ógvuliga strong tiltøk verða sett í verk beinanveg.

Bilar, skip, oljufýringar og mangt annað virksemi brenna olju, kol ella gass, og tá fer CO2 út í luftina. Innihaldið av hesum gassi í luftini er tí nú nógv hægri, enn tað nakratíð hevur verið, síðan menniskjað varð til. Saman við øðrum evnum hevur hetta útlát longu hitað jørðina munandi, og upphitingin fer at økjast, um ikki útlátið verður minkað.

Umframt upphiting verða eisini broytingar í avfalli, í vindi, og øðrum. Nógv plantu- og djórasløg fara at doyggja út, og avleiðingarnar kunnu gerast ógvisligar fyri tey samfeløg, sum verða harðast rakt; serliga í tí fátæka partinum av heiminum. Einasti mátin at venda gongdini er at minka um útlátið av CO2 og líknandi evnum; men tað má gerast skjótt, um sleppast skal undan teimum ringastu avleiðingunum.