Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðurlagsbroytingar hótta 1,3 milliardir menniskju

Helgi Abrahamsen

Heimsbankin ávarar í eini nýggjari frágreiðing um, at alt ov lítið verður gjørt fyri at steðga veðurlagsbroytingum, og hetta fer í árinum 2050 at hótta tilverugrundarlagið hjá 1,3 milliardum menniskjum. Harumframt kann roknast við at virði fyri 158 billiardir dollarar fara fyri skeytið, um einki verður gjørt, stendur í frágreiðingini frá Global Facility for Disaster Reduction and Recovery (GFDRR) undir Heimsbankanum.

“Um vit ikki broyta okkara ætlanir fyri býir og øki ið liggja út ímóti strondini, har møguligar vanlukkur kunnu raka, eru vit í vanda fyri at taka avgerðir, ið fara at økja nógv um tapini í framtíðini,” sigur John Roome, sum er leiðari fyri deildini hjá Heimsbankanum viðvíkjandi veðurlagsbroytingum.

Høvuðsendamálið við arbeiðinum hjá Heimsbankanum er at vinna á fátækadømi, og veðurlagsbroytingar verða nú roknaðar sum ein somikið stór búskaparliga hóttan, at bankin tann 7. apríl í ár boðaði frá, at hann nú fer at brúka 28 prosent av íløgunum til verkætlanir viðvíkjandi veðurlagsbroytingum.

Men hóast døpru forsagnirnar sigur John Roome, at tað er framvegis møguligt at venda gongdini, soleiðis at hóttanirnar ikki verða so ógvusligar fyri menniskju, bygningar og búskap.