Eftir forsøgnini á veðursíðuni Theyr, so verður helst ein skái í ringa veðrinum seinnapartin sunnudagin, tá ið Formula-liðini spæla sínar dystir.
Veðrið leygardagin var rættiliga ringt við ríkiligum vindi og regni, og forsagnirnar góvu heldur ikki tey allar bestu útlitini fyri sunnudagin.
Leygarkvøldið gjørdist veðrið munandi frægari, og hóast hann lovar meira regn, so verður kanska ein skái seinnapartin sunnudagin.
Í øllum førum sær veðurkortið hjá Theyr fyri seinnapartin sunnudagin at vísa ein skáa, áðrenn meira skýggj og regn aftur koma inn yvir oyggjarnar.
Tað verður nakað av regni, men als ikki sum leygardagin, og vindurin sær heldur ikki út til at verða so nógvur tá, sambært hesi forsøgnini.
Veðrið má sær ráða – vit fáa at síggja.




