Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegadeildin nýggj og betri amboð

Nordlysid

– Í fjør samtykti býráðið at keypa eina bingju til heitt asfalt til smærri asfaltumvælingar, og á býráðsfundinum 10. desember varð samtykt at keypa eina mobila gravimaskinu, silo til vegsalt og ein arbeiðsbil, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd.

– Í fjør samtykti býráðið at keypa eina bingju til heitt asfalt til smærriasfaltumvælingar, og á býráðsfundinum 10. desember varð samtykt at keypa einamobila gravimaskinu, silo til vegsalt og ein arbeiðsbil, upplýsir Steinbjørn O.Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd.

 

– Sparingar á tekniska økinum hava í fleiri ár gjørt, at kommunan hevur asfalterað ov lítlanpart av vegunum.

 

– Hesiviðurskiftini hava vit raðfest hægri, og avsetingin til viðlíkahald av vegum erøkt seinastu árini, men hóast hetta megnar kommunan ikki at halda vegirnar ínóg góðum standi, tí slitið pr. metur veg er størri enn tað, sum asfalteraðverður.

– Tí er ógvuliga umráðandi, at býráðið framhaldandi raðfestir hettaøkið hægri, og tað er júst tað, sum vit arbeiða hart fyri, upplýsir formaðuriní Teknisku nevnd.

 

– Eittav tiltøkunum, sum vit hava sett í verk, er, at kommunan keypir einasokallaða asfaltsbingju, sum skal brúkast, tá kommunan fremur viðlíkahald avvegum. Talan er um eina bingju, har heitt asfalt kann goymast í, og sum verðursett á ein lastbil.

 

– Viðlíkahaldiðav vegum er tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið. Her er bøting av holum í vegnumvið heitum asfalti við lími ein loysn, sum heldur munandi betur, og úrslitiðverður frægari vegir í kommununi fyri væl lægri rakstrarkostnað pr. ár.

Seinasta átakið á hesum øki er, atbýráðið á fundinum 10. desember samtykti eitt tilmæli um at útvega bráðfeingisamboð til Vegadeildina. Hesi amboðini, sum verða keypt fyrst í hesum árinum, eru ein mobil gravimaskina, ein silo til vegsalt og ein arbeiðsbilur, upplýsir Steinbjørn O.Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráð.