Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegaføringin frá Norðoyatunlinum norður um fjall

John William Joensen

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, fyrispurning um vegaføringina frá Norðoyatunlinum og norður um fjall.

Ein orsøk til spurningin er, at Klaksvíkar Býráð hevur trupult við at gera útstykkingar so leingi ein ikki veit hvar vegaføringin skal liggja.
Nú í nøkur ár, hevur verið tosað um vegaføringina norður um fjall í samband við bygdirnar Árnafjørð, Hvannasund/Norðdepil og Viðareiði, uttan at nøkur avgerð fyriliggur. Síðani 2001 hava fundir verið ímillum Kommununa, Landsverk og Vinnumálastýrið uttan at nøkur ábending er fingin um loysn.
Hetta gevur Klaksvíkar kommunu stórar trupulleikar og er nú av álvara við at forða menningini, tí fólkið ikki sleppur at seta búgv, og tí er neyðugt at ein avgerð verður tikin skjótast gjørligt.
Klaksvíkar Kommuna hevur áleið 150 umsóknir á bíðilista í eini útstykkirngarætlan, sum kann rúma 300 grundstykkir.
Spurningarnir frá Jógvani vóru hesir: 1. Hvar liggur málið viðvíkjandi vegaføringini norður um fjall í løtuni. 2. Hvussu skjótt kann málið, sum bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, avgreiðast.

Bjarni
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður hevur nú svarað spurninginum, at ætlandi verður projekteringin byrjað nú í 2006 og verður gjørd liðug í 2007 og henda verkætlanin hevur havt høga raðfesting í íløgulætlanini hjá Vinnumálaráðnum og at tað hevur ligið í kortunum at farast kann undir hesa verkætlan tá tunnilin ímillum Øravík og Hov verður liðugur. Men hetta er sjálvandi treytað av at løgtingið játtar pening til verkætlanina.
Annars sigur Jógvan við Keldu við Norðlýsið, at hann gongur út frá í svarinum, at ábending kann fáast í ár um hvar vegaføringin skal leggjast, soleiðis at Klaksvíkar Kommuna kann arbeiða víðari við útstykkingarætlanini og at fólk ikki skal bíða óneyðuga leingi og tískil forða eina víðari menning av Klaksvík.