Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegagerð Leirvíksmegin byrjað

John William Joensen

Í tíðindaskrivi frá p/f Norðoyatunlinum verður kunngjørt at arbeiði upp á atkomuveg til tunnilsmunnan Leirvíksmegin byrjaði í morgun (týsdagin 23. september)

Tíðindakrivið frá P/F Norðoyatunlinum:

Vegagerð Leirvíksmegin byrjað

Arbeiðið uppá atkomuvegin til tunnilsmunnan Leirvíksmegin er byrjað. Eftir at bíðað hevur verið eftir at Yvirfriðingarnevndin skuldu gera sína niðurstøðu um vegagerðina, byrjaði arbeiðið týsdagin 23. sep 2003.

Sáttmáli er gjørdur við NCC Vága konsortiið I/S um fyrsta part av vegagerðina í Leirvík. Arbeiðið skal vera liðugt 5. dec 2003.
 

Ognartikið verður nú í Klaksvík
Semjuskriv um endurgjald vóru send eigarunum á strekkinum frá Tekniska skúla, har vegagerðin hjá Norðoyatunlinum p/f byrjar, til tunnilsmunnan oman fyri bátahylin á Borðoyarvík.
Tað eru tó bert fáir av teimum gott 100 eigarunum, sum hava latið við seg koma. Rykt verður nú við freist til 6. okt 2003, samstundis sum ognartøkan verður fyrireikað. Kærufreistin í sambandi við ognartøku er 3 mánaðir.

Hetta merkir at Norðoyatunnilin p/f ikki kann ráða yvir lendinum fyrr enn í fyrsta lagi 6. januar 2003, tá ið gerð av atkomuvegi og tunnilsmunna í Klaksvík kann byrja. – Roynt hevur verið at samráðast við Uppsalahaga um at sleppa fram at økinum har tunnilsmunnin skal vera, hóast semja ikki varð gjørd; men hagastevnan fyri Uppsalahaga hevur noktað hesum.
 
Útbjóðing av tunnilsgerð
Tunnilsgerðin er boðin út millum trý arbeiðssamtøk: 1) MTHøjgaard saman við Kruse-Smith, 2) Pihl & søn saman við AF Spesialprojekt og 3) NCC saman við Byggitek og J&K Petersen. Ástaðarfundur verður 25. sep 2003, har teir bjóðandi hava høvi  at kunna seg um viðurskiftini. Boðini skulu vera inni í seinnu helvt av oktober. Eftir ætlan skal farast undir tunnilsgerðina mánaðaskiftið november/december 2003.
Vinarliga Norðoyatunnilin p/f
Dávid Reinert Hansen
stjóri

Harleyfacadeacryl