Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegagerðin til Norðoyatunnilin liðug í ár

Oliver Joensen

Hóast tað gongur striltið hjá Bjarna Djurholm Lorvíksmegin, so hevur higartil gingið betur Borðoyarmegin.

Sum flestum kunnugt, so er ferð á vegagerðini Borðoyarmegin í samband við Norðoyatunnilin. Føroyakonsortiið skal gera eina rundkoyring við Flesjavegin og suður til Norðoyatunnilin og bátahylin á Borðoyarvík. Tað er J&K Petersen og NCC, ið taka sær av hesum arbeiðinum og tað sýnist at ganga skjótt.
Gamli vegurin út til bátahylin verður breiðkaður og harafturat verður ein gongu og súkklubreyt gjørd niðanfyri vegin, sum førir beinleiðis út í bátahylin, ið megan koyrivegurin er ætlaður bæði til tunnilin og til bátahylin.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum sigur, at eftir ætlanini skal meginparturin av arbeiðinum vera liðugt um 15. november og siga vit at vegagerðin við rundkoyringini verður liðugt í ár, so verður tað ikki heilt við síðuna av.