Rundkoyringin við Flesjavegin er um at vera liðug og hon verður helst ein tann størsta í Føroyum.
Tað gongur skjótt við vegagerðini til Norðoyatunnilin Borðoyarmegin. Rundkoyringin við Flesjavegin er um at vera liðug og hon verður 45 metrar í tvørmát tá rokna verður frá uttara kanti av koyribánanum í báðum síðum.
Annars hevur ljóðað at tunnilin skuldi møguliga vera opin fyri ferðslu 22. og 23. desember, sum ein jólagáva til norðoyingar og onnur, ið høvdu hug at royna, men tað avsannar Dávur Reinert Hansen uppá tað kraftigasta og sigur, at tunnilin er eitt arbeiðispláss, sum ikki verður opið fyri almennari ferðslu fyrr enn tunnilin er liðugur.




