Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegir í hálvum gekki

John William Joensen

Kommunan steðgaði flestu verkætlanunum fyri hálvum árið síðan og íbúgvarnir niðan Horn og á Rættargøtu standa í dag eftir við einum moldbakka

Hóast avsetti peningurin til ringvegin ikki er brúktur so var vegarbeiði – eins og aðrar verkætlanir hjá Kommununi, steðga tá kommunan fekk trupuleikar við gjaldførinum.

Sum sagt so helt verkætlanin kostnaðarætlanina hóast arbeiði var nógv seinka – men fíggjarkreppan noyddi Klaksvíkar Kommunu at steðga arbeiðinum.

Frá at hava ein snotiligan grót-garð hava borgararnir við rættargøtu nú fingið ein moldbakka og í morgun fingu vit myndir frá einum borgara sum er um at missa tolið við kommununa.

– Vegurin til húsini er í vanda fyri at leypa og frá at hava eitt snotiligt tún hava vit nú fingið ein moldbakka.

– Hetta hevði verið til at liva við – um ein visti nær arbeiði fór at verða gjørt liðugt – men í dag er tað sum eingin í kommununi vil kennast við verkætlanina.