Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vegleiðing til hagapartar og fyriskipara

Føroya Óðalsfelag

 

Tað er ólógligt at selja upplivingar, inni á høgunum, uttan samtykki frá høgunum. Tíbetur eru flestu fyriskiparar hampafólk. Tey kenna lógirnar og vilja gjarna tryggja, at tiltakið hjá teimum fer at eydnast væl. Tí gera tey sjálvandi greiðar skrivligar avtalur við hagarnar,  frammanundan.

 

 

Um til dømis «North Islands Adventure Race» ella “Átjan Wild Islands” ella okkurt annað felag kundi hugsa sær at skipa fyri einum tiltaki í tykkara haga, so skulu fyriskiparnir, sum tað fyrsta, seta seg í samband við tykkum.

Tað er ikki í lagi, bara at ringja, sama dag, og siga «Tiltakið verður».

Fyriskiparar skulu, sambært lóg, tryggja sær samtykki frammanundan, frá øllum teim hagapørtum, farið verður ígjøgnum. Avtala um hetta skal fáast í lag áðrenn tiltakið, ikki aftaná.

Er eingin avtala, so verður einki tiltak.

Óðalsfelagið mælir øllum, bæði hagapørtum og fyriskiparum, til at samskifta skrivligt. Allarhelst teldupost, men til neyð umvegis SMS (Ongantíð bara telefonsamrøðu, tí hetta kann føra til klandur um hvør segði hvat). Greitt samskifti gevur gott samstarv.

Fær hagin ein fyrispurning, bið so fyrst fyriskipararnar senda tykkum ein teldupost við hesari kunning:

 

1) HVAT fyri tiltak snýr tað seg um?

2) HVØR skipar fyri tiltakinum? (Hvør er ábyrgdarpersónur?)

3) HVUSSU nógv fólk er talan um?

4) HVAR ætla tit at fara? 

5) NÆR ætla tit at fara?

6) KUNNING um hetta er eitt vinnuligt tiltak, og hvør kostnaðurin er, fyri hvønn luttakara?

 

Tá tit hava fingið hesi boðini skrivliga, umvegis teldupost (til neyð SMS), kann hagaparturin svara aftur við einum loyvi til tiltakið, við teimum treytum sum tit áleggja fyriskiparunum (t.d. krónutal pr.luttakara, haldið tykkum til gøturnar (ella fløggini), latið vøkstur og djór fáa frið, ikki koyra grót á rull, ikki blaka plast og annað dálkandi í náttúruna o.s.fr. o.s.fr.)

Er talan bara um føroyingar, og eingir pengar eru í tí, so kunnu tit geva loyvi til tað, uttan samsýning til hagakassan. Tí ræður tann einstaki hagaparturin fyri. Men treytirnar eru neyðugar at nevna í skrivinum.

 

MINNIST TIL:

Tað er ólógligt at selja upplivingar, inni á høgunum hjá onkrum øðrum, uttan samtykki og uttan avtalu.

Tað eru hagarnir, og bara hagarnir sum hava ræðisrættin.

Tíbetur eru flestu fyriskiparar hampafólk. Tey kenna lógirnar og vilja sjálvandi gjarna tryggja sær, at tiltakið hjá teimum skal eydnast væl. Tí gera tey greiðar skrivligar avtalur, frammanundan.

Men møta tit fyriskiparum, sum ikki virða lógina, sjálvt eftir at hagarnir greitt hava gjørt vart við lógina, so er tíverri bara eitt at gera: Setið tykkum í samband við Løgregluna skjótast gjørligt.

Telefon 351448, ella umvegis https://politi.fo/melda

 

Hava tit nøkur ivamál, frætta vit fegin.

 

FØROYA ÓÐALSFELAG

fo@mail.fo