Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegna sparingar á Akstovuni skullu allir lastbilar í norðoyggjum nú til Havnar at sýnast

John William Joensen

– Hetta er ein ótoldandi støða fyri okkum lastbilaførarar – tí tað kostar arbeiðstíð og pengar at koyra allan vegin til Havnar, sigur lastbilaførari í Klaksvík.

Kjartan Simonsen, stjóri og eigari av lastbilaverkstaðnum í Klingrugarði váttar at Akstovan hevur uppsagt sáttmálan við verkstaði.

– Vit hava fingið bræv frá Akstovuni at vegna fallandi inntøkur er stovnurin noyddur at spara og tí er sáttmálin við okkum uppsagdur, sigur Kjartan Simonsen stjóri.

Ein lastbilaførari í Klaksvík sum ynskir at verða ónevndur sigur at hetta er sabotaga og ein roynd at leggja trýst á politikarar.

– Tað er púra óneyðugt at vit skullu koyra allan vegin til Havnar. Í staðin fyri at fremja neyðugar sparingar á sjálvari Akstovuni, so velur ein heldur at sýna bilarnar í Havn – fyri at skapa øsing og leggja trýst á politisku skipanina.

– Hetta er sentralisering tá hon er fúlast og kostar dýrt hjá okkum, sum hava lastbil í norðoyggum og m.a. skullu kappast við lastbilaførarar úr høvuðsstaðnum – sum ikki skulu gjalda somu upphædir fyri at fáa bilin sýndan.