Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vegurin til Kunoyar ein skandala

Jóhann Lützen

Landafrøðiligi stættarmunurin sæst betur og betur, longur og longur ein kemur frá Steinatúni í Tórshavn.

Landsverk misrøkjur sínar skyldur kring landið. Ivaleyst eru orsøkirnar tær somu, sum vit vístu á í mai mánaða í ár, tá vegurin til Elduvíkar var undir luppinum. Landsverk hevur ov lítið av pengum á asfalt kontoini og logikkurin er at traðka á so fáar føtur sum gjørligt, og harvið blíva smáplassini straffaði.

Fyrrverandi borgarstjórin í Kunoyar kommunu heldur lítið um vegin til Kunoyar

– Gott at Landsverk hevði eitt sindur av asfalt til vegin í Kunoy, men ikki var tað nokk. Nú er 6 ella 8 ár siðani hann skuldi vera gjørdur, men val stendur fyri framman, sigur Meiken S. Michaelsen

Tað vísur seg at vera risastórur munur á umstøðum hjá borgarum, alt eftir hvar í landinum teir búgva.