Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veiðutrýst, fiskastovnar, uppmáting av skipum og bátum og burðardygg , skynsom veiða – er hetta bara ein floskul ?

John William Joensen

Í hesum døgum verður tosað nógv um toskamangul og støðuna hjá okkara fiskastovnum, alt meðan við framvegis siga at okkara fiskidagaskipan er “heimsins besta” skipan.

Er skipanin nú so sjálvregulerandi sum vit halda ?

Hvat hjálpir tað at hava eina sokallaða sjálvregulerandi fiskidagaskipan , – um vit so hóast hesa, síðan 1998 eru endaðir í einari støðu har tillagingar og m.a. praksis og tulkingar av reglum og kungerðum føra við sær at veiðuorkan alsamt økist ?
Vit hava roynt at bøtt uppá støðuna síðan 2004, men tað er kanska ov seint.

Eisini tað at pelagiski flotin kann veiða heilt inn á bestu upsaleiðir, talar fyri seg.

Er nýtti uppmátingar hátturin og definitión av veiðutrýsti tann rættað fyri allar bólkar?

Spurningurin er um skipanin við uppmáting og veiðuorku av skipum og bátum ikki við at verða undirgrivin og spurningurin er eisini um nýtti hátturin tann rætti??
Kanst tú útroknað veiðuorku av førum undir fisksdagaskipanini , – og uppgera hesa yvir ein kamb eftir háttinum longd x breidd x dýbd x hestakreftir ??
Sjálvur meti eg ikki at alllir bólkar kunnu uppgerast eins.

Hygg t.d. eftir partrolarum undir skipanini, – so má tað verða pelatrekk og spælorka sum er avgerandi og ikki um skipið er 1-2-3 ella 20 kubikk størri ella minni.
Tak garnaskipini – hesir hava loyvið til t.d. 1500 gørn – hvat hevur tað at gera við nýtta uppmátingarhátt ??
Tey 1500 gørnini avgera veiðuorkuna og ikki skipið um tað er 1 ella 2 metrar longri ella styttri.
Djúpvatsntrolararnir – teir eru als ikki undir fiskidagaskipanini, men verða í veiðuorku roknaðir út eftir hesi, – hetta sjálvt um teir ikki eru nevndir í kunngerðini.
Her má tað sjálvandi eisini verða pelatrekk og spælorka sum er avgerðandi fyri veiðuorku/trýst.
Línuskipini – seta 35-40000 húkar , men longd x breidd x dýbd x HK avgera veiðuorku/trýst.
Pelagiski skipaflotin er øktur frá vanliga at hava 3-4000 hesta maskinorku til nú hava hava 6000 hestar og uppeftir,útgerðin er ment , umframt leingingar er framdar av fleiri av hesum skipum, – hvussu verða hesi roknað tá tað um veiðutrýst og orku snýr seg ??
Her fyri at nevna nakrar bólkar sum allir eru ymiskir.

Eg dugið illað at síggja hvussu man yvir ein kamb á henda hátt kann gera ein so diversifiserðan flota uppá á henda hátt í veiðutrýsti.
Hetta eigur at blíva endurskoða skjótast. 

Skipanin farin á glið ?

Tak t.d. trolbátar á landleiðini – hesir vóru upprunaliga smáir døllar sum vóru uppmáldir eftir “gomlu” skipanini, men eru nú við orsakað av BT uppmátingini og leingingum blivnir til meðalstórir trolarar. Hesir hava flestir 70 fiskidagar, men dúva uppá fiskidagar sum keypast kunnu frá ørðum bólkum seinastu 3 mð av árinum.
Hetta er púra burturvið – og tó loyvt samb. Ásetingunum í lógini. Skipini verða longd størri skrúvu, dysu osfr. Og so komað ánarirnar og leggja trýst á politiska mynduleikan eftir meira døgum.
Eftir míni metan eina sera óheppin og ikki haldbar gongd.

Línuskipini eru blivin til 25 frá 18-19 . Henda øking hendi øll áðrenn 110 tons skottið kom í .
Hesin skipabólkur hevur sostatt eisini fingið nógv størri veiðiorku við 7 fleiri skipum ,síni stødd og við 35-40.000 húkum hvørja setu.
Hvussu nógv er t.d. innflutningurin av húkum økt frá 1996 til 2006 ?? ella frá 2001 til 2004 td. – tað er eitt gott barometur yvir húkaveiðuna .
Takað vit trýsti á Føroya Banki so er hetta fleirfalda frá 2000 –2006 og økið er niðurfiskað orsakað av alt ov stórum veiðutrýsti hesi seinastu árini.
Hetta heldur ikki uppá sikt.
Hví fiska vit t.d. ikki meira á djúpum vatnið part av árinum ? – norðmenn ríka seg uppá við frystilíniskipum í føroyskum sjóøkið ár eftir ár, meðan vit stórt sæ ikki veiða har.

Utróðrabátarnir sum flestir fyrr vóru vanligir “útróðrabátar” uppá 26-32 føtur eru nú so mikið nógv størri og effektivari við sínum fleiri hundrað hestakreftum og harvið skjótleika at skifta frá miði til mið og eini stødd sum liggur frá kanska heldur 32 føtur og uppeftir.
Mangir av hesum hava út móti somu veiðuorku sum tey smærru línuskipini – er tað rætt og ráðiligt ? Víst kann man siga at streymur, veður og vindur stýra og ávirkað rakstur, men at veiðutrýsti er økt er onki at ivast í.

Partrolarirnir hava eisini somuleiðis økt munandi um sína veiðuorku við leingingum og nýíløgum av skipum .
Hyggja vit t.d. at útskiftingarfirmlinum ,sum er brúkt viðv teimum 8 cubatrolarunum ið blivu seldir, endaði man við einari kvadatrótsumrokning sum fekk “kabalina” at ganga upp, so 6 skip kundu fáast inn/býtast ístaðin tey gomlu 8,- ivaleyst tí man mixar gamlar og nýggjar reglir og kunngerðir fyri at fáa kabalina at ganga upp. Hyggur ein at teimum skipum sum verða bygd og keypt ístaðin so er lítð at ivast man økir um veiðuorku.
Alt hetta er ilt at skilja , alt meðan tosað verður um burðardygga og skynsama veiðu.

Pelagiska vinnan á sama hátt – har eru skip komin inn sum ídnaðarskip, við ivasamari motororku í mun til orkuna á útskiftu skipunum og skuldu einans veiða til matnað, men landað nú sum vanlig uppisjóvarskip bæði til matnað og guan. Tillaging verður tað nevnt.
Leingingar og nýbyggingar hava eisini her økt um veiðuorku/trýst seinastu árini, – men her er at siga at ,nú er so TAC á svartkjaftinum og kvotabýti á restini av hesum fiskasløgum, so tað forðar fyri ovurfisking, og tí hevur uppmáting onga meining sum so.
Við Barentshavsflotanum er sama ger seg galdandi sum við við uppisóvarskipunum – her er kvota ásett og tískil kann reiðarin tillagað skip sítt eftir hesum treytum og ikki eigur at verða neyðugt at hyggja eftir long x breidd x dýbd x hk

Tað er sjálvandi umráðandi at hava góðar arbeiðs- og umborðumstøður fyri fiskivinnuna, um vit skulu halda manningarnar á skipunum og tí er tað eisini uppá sítt pláss at hyggja at skipanini og reviderað hana og rættað skeivleikarnir og mennað hana .

Eg ivist um tey kriteriu sum í løtuni áseta karmarnar fyri veiðutrýst og veiðuorku fyri vinnuna eru teir røttu, – tí forða verður samstundis eisini fyri endurnýggjan hjá pørtum av vinnuni, – men tað er kanska meiningin , – ella ??

Vágur 07.06.2007

Johan Dahl, løgtingsmaður