Í tvey ár hevur Veita verið bindiliður millum fyritøkur og kundar á føroyskaarbeiðsmarknaðinum. Sum fyritøka kunnu vit gleðast um, at alsamt fleiri velja at nýtaVeita, tá ið tey ynskja at fara undir verkætlanir av ymsum slag. Hesin øktieftirspurningurin hevur ført við sær, at fyritøkan støðugt hevur ment seg og nú kannbjóða kundum sínum enn fleiri tænastur.
Nýggj heimasíða
Heimasíðan, www.veita.fo, er ment av nýggjum, og er nú enn meira brúkaravinarlig enn áður. Harumframt hevur hon nú fleiri hentleikar, ið allir hava til endamáls at geva bæði kundum og veitarum eitt enn betur upplivilsi. Til ber at nevna, at veitarar nú kunnu seta tíðarfreist á síni tilboð og viðhefta skjøl, umframt at samskifti umvegis heimasíðina nú verður smidligari, tí alt er savnað á einum stað.
Umframt hetta er heimasíðan nú eisini tryggari at nýta enn áður. Hetta kemst av, at alt samskiftið á www.veita.fo nú er bronglað. Hetta er gott og týðandi framstig, ið verjir viðkvæmar upplýsingar, s.s. persóns- og kontoupplýsingar.
Nýggj tænasta til tað almenna, kommunur og stovnar
Nógvar fyritøkur eru skrásettar á www.veita.fo, og tískil hava vit á Veita stóra vitan um arbeiðsmarknaðin. Vit vita, hvørjar fyritøkur eru tøkar ávís tíðarskeið. Hendan vitanin er hent hjá tí almenna, kommunum og stovnum. Við nýggju heimasíðuni hava vit eisini tikið hædd fyri slíkum og ment tænastur og funkur, ið gera tað lætt hjá okkum at heinta tilboð frá fyritøkum fyri tað almenna, kommunur og stovnar. Vit gleðast um, at tað almenna, kommunur og stovnar longu nú hava tikið væl móti hesi tænastu og latið Veita gjørt tað tunga fyrireikingararbeiðið við at heinta tilboð til sínar verkætlanir.
Fleiri starvsfólk
Økta virksemið hevur eisini ført við sær, at Veita nú hevur ein byggiverkfrøðing knýttan at fyritøkuni. At ein byggiverkfrøðingur er knýttur at fyritøkuni førir við sær, at vit á Veita eisini kunnu bjóða kundum okkara fleiri nýggjar tænastur, umframt ráðgeving. Byggiverkfrøðingurin kann harumframt tryggja, at góðskan á bæði uppgávum og tænastum hjá Veita eru á einum høgum støði. Á fyritøkuni gleðast vit um, at fleiri kundar longu hava tikið væl móti hesum nýggju møguleikunum.
Vit vóna, at øll fara at taka væl ímóti nýggju heimasíðuni og tænastunum hjá Veita.fo, og gleðast um, at enn fleiri hentleikar harumframt verða avdúkaðir í nærmastu framtíð.
Vegna Veita.fo




