icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veitingartrygd, búskapur og umhvørvisvernd mugu ganga hond í hond

Helgi Abrahamsen

Loysnirnar sum verða nevndar í almenna kjakinum um orkuloysnir eru als ikki so einfaldar.

“Tað er hugaligt at síggja so stóra undirtøku fyri at gera Føroyar grønar,” sigur SEV í einum skrivi, sum felagið kallar “Ískoyti til kjakið um elorkuna”. Í skrivinum vísir SEV á, at loysnirnar sum verða nevndar í almenna kjakinum um orkuloysnir eru als ikki so einfaldar, sum tær verða gjørdar til.

Viðvíkjandi veitingartrygdini er tíverri neyðugt at staðfesta, at einki skilagott búskaparligt alternativ er til at byggja Sundsverkið út,” sigur SEV. Orsøkin til hetta er, at tveir teir elstu og størstu motorarnir eru gamlir.

Neyðugt er at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar ikki eru nøktandi ella møguliga ganga fyri av einari ella aðrari orsøk,” sigur felagsskapurin.

SEV vísir á, at enn er munandi kanningararbeiði eftir at gera áðrenn ein pumpuskipan kann gerast, og eisini mangla loyvi, áðrenn ein tílík skipan kann gerast veruleiki.

(Les alt skrivið her)