Dorius Frederiksberg hevur latið upp ein nútíðar stórkøk á Stoksoyravegi 11 og bjóðar seg nú fram at gera mat út av húsinum.
Dorius Frederiksberg er útbúgvin kokkur og hevur arbeitt við fakinum líka síðani hann sum 15 ára gamalur fekk kokkaprógv á Føroya Kokkaskúla í 1962. Tá vit vitjaðu Dorius í nýggju hølunum mikudagin, segði hann okkum millum annað, at Food Service kundi gera mat út av húsunum til bólkar, alt ímillum 10 og eini 300 fólk. Neyðugt er sjálvandi at bestilla í góðari tíð.
Umframt at vit kunnu gera mat út av húsinum, kunnu vit eisini bjóða okkum fram til veitslur, brúdleyp og tílíkt og eisini standa fyri servering og tí sum krevst.
Uppá fyrispurning okkara um arbeiðismegi, sigur Dorius, at tað í fyrsta lagið eru hann og konan og tey í húsinum, sum koma at standa fyri øllum arbeiðinum í køkinum, men sjálvandi verður talan um veitslur aðrastaðni í býnum, so kunnu vit fáa hjálp aðrastaðni frá.
Stórkøkurin hjá Dorius Frederiksberg er sera væl útgjørdur við øllum hentleikum, ið krevjast av einum nútíðar stórkøki.
Vit eru longu so smátt byrjaði, sigur Dorius at enda, og tað sær út til at tørvurin er stórur fyri einum slíkum virki, júst nú eru tað jólafrokostarnir, sum eru á skránni og fleiri hava biðið um mat frá okkum til hesar veitslurnar. Eisini hava vit staðið fyri at gjørt mat til samkomur uttanfyri Klaksvík longu nú.




