Vekingarmøtir undir heitinum “Vakna tú sum svevur” við Niels Jacob Nielsen trúboðara, verða í KFUM & K í Klaksvík 29.apríl til 1. mai.
Øll kvøldini er møguleiki fyri forbøn. Hvørt kvøld er drekkamunnur.
Niel Jacob Nielsen trúboðari tala øll kvøldini.
Mikukvøldið 29. apríl kl. 20.00 – Møti
Hóskvøldið 30. apríl kl. 20.00 – Møti. Streingjakórið í KFUM & K og Óli Poulsen syngja.
Dýrabiðidag 1. mai kl. 18.00 – Møti. Manskórið í Thabor syngur.
—
Efesus 5,14
Tí verður sagt: Vakna, tú, sum svevur, og rís uppfrá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær.
—
Markus 16,15 og 20
Og hann segði við teir: “Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!” “Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu.”
—
Gud er her vil okkum signa
1.
Gud er her vil okkum signa,
geva andans lív og mátt,
himin allur er skýtungur,
væta, Gud, nú kvøldar brátt.
Lat tað henda, Gud, vit biðja,
náði tína streyma her.
Sí, vit bíða, sí, vit bíða,
tína dýrd tú opinber.
2.
Gud er her, o, vit tað kenna,
hetta er Guds halga grund,
okkum leingist, at Hann gevur
meir av sær í hesi stund.
3.
Gud er her, vit vilja bera
longsil fram í bøn og trúgv,
at Hann halgan eld má tendra
og í hjørtum taka búgv.
4.
Harri, lat upp himins slúsur,
trúarfriðin okkum menn,
lat tú signingarnar streyma,
oys tær niður – tíð er enn
hjp (umsett úr donskum)
—




