Javnaðarflokkurin hevur fult og heilt og hvønn dag hildið tey lyfti, sum góvu flokkinum sess á Fólkatingi í 2011
Javnaðarflokkurin hevur fult og heilt og hvønn dag hildið tey lyfti, sum góvu flokkinum sess á Fólkatingi í 2011
Úrslitini hava verið sera mong, góð og fjølbroytt – til gagns fyri land og fólk
Vit bjóða okkum fram at halda somu kós komandi valskeið
Javnaðarflokkurin vil:
Røkja sessin fulla tíð
– Vit hava prógvað farnu árini, at heilt nógv fáast burturúr, um øll orka verður løgd í arbeiðið.
– Tað er ósømiligt at reka 30.000 føroyingar út at manna tvey størv, og so ikki røkja tey til lítar
Umboða allar føroyingar
– Vit fara ikki bara at umboða okkara egnu veljarar. Vinnulívið, mentanarlívið, myndugleikar og einstaklingar skulu hava gagn av fólkatingssessi Javnaðarfloksins – uttan mun til politiskan lit
Virka fyri ítøkiligum úrslitum
– Við pragmatiskum, semjusøkjandi politikki fara vit – eins og farna valskeið – at seta ítøkilig úrslit fram um partapolitiskar, ideologiskar markeringar
Leggja dent á samstarv
– Sum ein av 179 fólkatingslimum kann ein EINKI úrslit fáa einsamallur. Tí fara vit – eins og farna valskeið – at samstarva við øll, sum vit kunnu náa úrslitum saman við.
– Vit fara at skipa formligt samstarv við hinar norðuratlantisku limirnar og danska javnaðarflokkin, sum tryggjar okkum atgongd til allar nevndir
– Vit fara at royna at endurvinna plássið í Norðurlandaráðnum, formansskapin í Føroyanevndini, og formansskapin í Arktiska Arbeiðsbólkinum
Knýta útisetar at føroyska samfelagnum
– Vit hava skipað fyri nógvum tiltøkum – bæði mentanarligum og politiskum – fyri útisetar í øllum størri donskum býum. Tað fer at halda fram. Endamálið er at kveikja áhuga teirra fyri føroyska samfelagnum
Føra fram føroysk sjónarmið á øllum tøkum pallum
– Í fólkatingssalinum, á fundum, í miðlum, í Norðurlanda-ráðnum – allastaðni hava vit ført fram og vart føroysk sjónarmið. Tað fer at halda fram.
Ikki draga føroyskar ósemjur til Danmarkar
– Okkara hugsjón er Løgtingið skal vera Føroyar hægsti stovnur. Tí hava vit ikki drigið innlendis føroyskar ósemjur á Fólkating – og tað fara vit ikki at gera. Og vit fara aldrin á Fólkatingi at atkvøða ímóti meirilutanum á Løgtingi
Fara í dialog við danskar myndugleikar
– Vit seta kontant krøv – men siga nei til bæði óneyðuga konfrontatión og undirbrotligheit, tí tað gagnar ongum
Fáa nýggja vitan um føroyska samfelagið
– Vit hava farnu árini framt 13 stórar verkætlanir, har nýggj vitan er fingin til vega. Hetta hevur havt ítøkiligar broytingar við sær – og tað heldur fram.
Fremja hesi ítøkiligu mál – í samstarvi við viðkomandi partar:
– Marknaðarføra Føroyar sum tænastudepil hjá shipping-vinnuni
– Styrkja støðu Føroya í arktiskum høpi
– Yvirtaka loftrúmið
– Fáa bygt nýtt fongsul í Føroyum
– Beina burtur markaforðingar
– Gera betri tollavtalu við ES
– Greiða gøtuna fyri føroyskari stjórnarskipan
– Styrkja samstarvið við Danmark og onnur lond um mentan og list
– Styrkja samstarvið við Danmark og onnur lond um gransking




