Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veljarakanning kunngjørd í morgin

Helgi Abrahamsen

Ein veljarakanning sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin og Ung fyri Miðflokkin verður almannakunngjørd á einum tíðindafundi fyrrapartin í morgin.

Ein veljarakanning sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin og Ung fyri Miðflokkin verður almannakunngjørd á einum tíðindafundi fyrrapartin í morgin.

Í kanningini vórðu fólk spurd, hvønn flokk tey høvdu valt, um val var nú, og eisini varð spurt um støðuna til vígslu av tveimum av sama kyni, og aðrar spurningar sum eru knýttir at hesum.

“Nevnast skal, at bæði landspolitiska úrslitið og ”hjúnabandsúrslitini” vísa óvæntað svar,” skriva Rúni Steintún, formaður í UfM og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, í innbjóðingini til tíðindafundin.

“Millum annað hevði størsti flokkur, um kannigarúslitið varð valúrslit, verði ein annar enn flestu óivað vænta,” skriva teir.

Tíðindafundurin verður í Kaffihúsinum í Havn í morgin klokkan 9.

Harleyfacadeacryl