Ein veljarakanning sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken vísir, at donsku Sosialdemokratarnir hava mist sera nógvar veljarar síðani seinastu kanning, sum varð gjørd í november. Um val var nú, hevði Sosialdemokratiski flokkurin fingið 19,3 prosent av atkvøðunum og 34 umboð í Fólkatingið, skrivar Politiken.
Afturgongdin er somikið stór, at Megafon valdi at gera eina eyka kanning mikudagin, har 2.000 fólk vórðu spurd. Vanligt er annars at spyrja 1.000 fólk í eini veljarakanning.
Spurningurin um flóttafólk er avgerandi
Einki er at ivast í, at herda kósin viðvíkjandi flóttafólkum er størsta orsøkin til afturgongdina. Sosialdemokratarnir kunnu tó ugga seg við, at flestu veljararnar fara til flokkar vinstrumegin miðjuna. Bæði Radikali Vinstri og Alternativið hava stóra framgongd.
Sambært kanningini hevði Danski Fólkaflokkurin verið størsti flokkur, um val var nú. Flokkurin hevði fingið 20,2 prosent av atkvøðunum og tað hevði givið honum 36 umboð í Fólkatingið.




