At fyrst føðideildin varð niðurløgd uttan at norðoyingar ella suðuroyingar vóru eftirspurdir og man nú av álvara ætlar at seta ein yvirstjóra fyri sjúkrahúsverkið og harvið at niðurleggja leiðslurnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsið, eigur veljarin at siga sína hugsan um á býráðsvalinum.
At fyrst føðideildin varð niðurløgd uttan at norðoyingar ella suðuroyingar vóru eftirspurdir og man nú av álvara ætlar at seta ein yvirstjóra fyri sjúkrahúsverkið og harvið at niðurleggja leiðslurnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsið, eigur veljarin at siga sína hugsan um á býráðsvalinum.
At smærru sjúkrahúsini eru ein steinur í skógvunum hjá embætiusverkinum er eingin loyna og kom hetta enn einaferð til sjóndar, tá arbeitt var við menningarætlanini fyri Sjúkrahúsverkið.
Vit minnast hvussu føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið varð niðurløgd undir einari sparirundu, í samband við at løgtingið viðgjørdi fíggjarætlanina og ikki eftir eina fakliga viðgerð. Tað varð gjørt beinleiðis móti ynskunum frá bý- og bygdarráðum í Norðoyggjum og borgarum í økinum.
Skjalainnlit vísir eisini at tað var fíggjarliga støðan á Suðuroyar Sjúkrahúsið sum noyddi leiðsluna á Sjúkrahúsinum at heita á Heilsumálaráðið um at flyta barnakonurnar til havnar og síðani hevður leiðslan kastað handklæði í ringin og hóast mótmæli frá borgarum og bý- og bygdarráðum, beinleiðis mælt til at leiðslan á sjúkrahúsinum eisini verður flutt til Havnar.
Vit mugu minnast tll at Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahús umboða minni enn 10% av samlaðu játtanini til Sjúkrahúsverkið og hóast hetta hava kanningar millum sjúklingar staðfest, at nøgdsemið millum sjúklingar á smærru sjúkrahúsunum er munandi betri enn nøgdsemið millum sjúklingar á Landssjúkrahúsinum.
Ført verður fram ferð eftir ferð at samstarvið og samskipanin millum sjúkrahúsini ikki er nóg góð og at hetta skal gerast betur við at seta ein yvirstjóra afturat á Landssjúkrahúsinum.
Hetta er ein fullkomilig misskiljing.
Trupuleikin er ikki samstarvið millum sjúkrahúsini, men samstarvið millum teir einstøku læknarnar á sjúkrahúsunum og eisini ávísar kommunulæknar.
Vit hava havt kommunulæknar í Klaksvík, sum heldur senda fólk til bíðilista á Landssjúkrahúsinum enn at senda tey til lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið oso.fr.
Kemur tú sum sjúklingur frá lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið til lækna á Landssjúkrahúsinum, so eru fleiri dømi um at sjúklingar mugu gjøgnum somu royndir og kanningar, sum tey høvdu verið ígjøgnum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Sama skil er tá føroyskir sjúklingar verða sendir uttanlanda til Danmark ella Ísland. Samstarvið millum læknar er út av lagið tilvildarligt, og lækni sum ikki hevur álit á ella hevur ilt eygað til annan lækna, senda sjúklingar gjøgnum somu mylluna fleiri ferðir.
Hettar er tíanverri ikki ein isoleraður trupuleiki í Føroyum, men kendur í øllum londum vit samanbera okkum við. Hetta er ofta til umrøðu í sjúklingafeløgum og hjá sjúkrahúsleiðslunum, men hetta er ikki lætt at loysa.
Tíbetur samarbeiða teir flestu læknar sera væl, men tað er eingin løtt loysn tá samarbeiðstrupuleikar eru.
Landsstýriskvinnan letur seg draga eftir hárinum av embætisverkinum
Tað var stórur spenningur um nýggju menningarætlanina fyri føroyska Heilsuverkið, sum varð framløgd fyri kortum, men tað arbeiði endaði í einari stórari skandalu í Heilsumálaráðnum.
Tað lá als ikki í kortinum at tilmælið skuldi endað við at mæla til eina felags leiðslu. Hetta hava vit fingið skrivliga váttan tá skriv varð sent runt til tey sum luttóku í arbeiðinum, bert fáar tímar áðrenn tíðindafundur varð í Heilsumálaráðnum.
Skjalainnlit hevur eisini prógva at beint undan tíðindafundinum, var felagsleiðslan skrivað inn í tilmælið eftir samskiftið millum formannin í serfrøðingabólkinum og tvey embætisfólk í Heilsumálaráðnum.
Í samskiftinum, sum er tímar undan tíðindafundinum, sigur formaðurin eisini at hann tekur heilhjartaður undur við at broyta tilmælið, tí hann frá byrjan var “sannførdur” um at ein leiðsla varð tað einasta rætta.
Fáar tímar seinri stóð landsstýriskvinnan fram og vælsignaði hetta skeiklaða tilmælið.
Veljarin eigur at brúka sín rætt
Nú bý- og bygdarráð skulu veljast eigur veljarin at hava hetta sera tídningarmikla mál í huga og revsa teir politikarar ella flokkar, sum hava misbrúkt tað vald tey hava fingið frá fólkið í Norður- og Suðurøkinum. Vit hava eisini krav uppá eitt trygt og álítandi heilsuverk.
At flyta leiðsluna av Heilsuverkinum úr Norður- og Suðurøkinum, verður endin á einum vælvirkandi sjúkrahúsverkið.
At sjúkrahúsini í Klaksvík og Suðuroy hava ábyrgd av at reka sínu egnu sjúkrahús, sum vælvirkandi eindir er ein tryggleiki fyri baði starvsfólk og borgarar í økinum – meðan ein frá verandi leiðsla í Tórshavn verður ein vannlukka.
Hetta eigur veljarin at minnast á bý- og bygdarráðsvalinum, tí heilsuverkið skal takast í størsta álvara.




