Í nógv umtalaðu veljarakanningini hjá gallup siga føroyingar heilt greitt noy til Føroyar, sum eitt valdømi – men Sosialurin hevur fingið annað burtur úr tølunum.
Hóast forsíðan á Sosialinum mikudagin 22. august vísir eitt kort, sum sigur at bert eru sandoyingar og suðuroyingar, sum ikki taka undir við einum valdømi – so siga tølini hjá Gallup greitt – at tað er bert miðøkið í landinum sum tekur undir við at skipað Føroyar sum eitt valdømi.
Greinarøðin í Sosialinum kann bert tulkast, sum propaganda til frama fyri Føroya sum eitt valdømi, tí hóast tað bert eru valdømini í Eysturoyggini og Streymoyggini sum taka undir við at skipað Føroyar sum eitt valdømi, so verður ein heilt annar boðaskapur proklameraður á forsíðuni og inni í Sosialinum.
Kanningin hjá Gallup vísir at veljarar í Norðoyggjum, Vágum, Suðuroy og Sandoy siga Noy til eitt valdømi meðan miðøkið (Streymoy og Eysturoy siga ja.
Norðoyggjar noy
35% ja
38% noy
27 % veit ikki
Eysturoy ja
59 % ja
22 % noy
19 veit ikki
Vágarnar noy
33 % ja
41 % noy
23 % veit ikki
Suðuroy noy
38% ja
55 % noy
8 % veit ikki
Norðurstreymoy ja
57% ja
15 nei
27 veit ikki
Suðurstreymoy ja
72 % ja
14 nei
14 veit
Sandoyggin noy
Ja 30%
Nei 48
Veit ikki 22




