Nú tað stundar til býráðsval, hevur tað stóran týdning fyri borgaran í Klaksvíkar kommunu at velja rætt.
Søgan hevur ferð eftir ferð víst okkum, hvøjir flokkur hava tað neyðuga dirvið og hegnið til at leiða Klaksvíkar kommunu úr brotasjógvum.
Árini frá 1980 til 1988 ráddi Fólkaflokkurin við Jógvani við Keldu á odda fyri borgum. Eftir átta ár við Jógvan við Keldu og Fólkaflokkinum við róðrið valdaði fíggjarligt óskil, og var kommunukassin tómur. Hvør flokkur vísti tá ábyrgd og ruddaði upp eftir glantrileikin? Tað gjørdi Javnaðarflokkurin við táverandi borgarstjóranum Óla Heinesen á odda.
Javnaðarflokkurin var aftur við í Býráðsssamgonguni, ið sat frá 2000 til 2004, og var skuldin hjá kommununi uml. 144 milliónir, tá tann býráðsamgongan tók við. Tá Javnaðarflokkurin varð blakaður út í kuldan eftir býráðsvalið í 2004 hevði flokkurin upp á fýra ár megnað at verið við til at minka skuldina hjá kommununi niður á uml. 60 milliónir krónur. Ein minking á yvir 80 milliónir eftir fýra árum. Ikki smávegis!
Tá verandi býráðssamgonga tók við, var skuldin hjá kommununi, sum sagt, uml. 60 milliónir krónur. Fýra ár seinni er skuldin væl meira enn tvífaldað, og er nú uml. 170 milliónir krónur, um alt verður tikið við.
Søgan hevur víst okkum, at munurin á stýringini av Klaksvíkar kommunu er eyðsýndur, tá Javnaðarflokkurin er við, og tá hann er uttanfyri. Við Javnaðarflokkinum í samgongu í Klaksvíkar býráð hevur fíggjarlig ábyrgd, dirvi og hegni verið vørumerkið. Tá Javnaðarflokkurin hevur verið uttanfyri hevur vørumerkið verið populiskt og fíggjarligt ábyrgdarloysi.
Verandi kommuna hevur í farnu viku skorið munandi niður í útreiðslum hjá kommununi, samstundis sum skattaprosentið varð hækkað við einum prosenti. Javnaðarflokkurin tók undir við fíggjarlógini. Ikki tí hetta gagnaðist flokkinum væl, men tí neyðugt er enn einaferð at rudda upp eftir tann populistiska ábyrgdarleysa politikkin hjá fyrst og fremst Fólkaflokkinum og Tjóðveldinum.
Tvey umboð hjá Fólkaflokkinum atkvøddu ímóti fíggjarlógini. Somu fólk, sum hava koyrt kommununa í fíggjarligt kaos. Hesi skáka sær enn einaferð undan ábyrgd og vilja ikki taka avleiðingarnar av egnum verki á seg. Hesi umboð vildu ikki hækka skattaprosentið. Tó so, tey høvdu eisini eitt fíggjarlógaruppskot, sum javnvigaði. Hetta gjørdu tey so snildisliga, at tey settu skattainntøkurnar hjá kommununi til 129 milliónir krónur, hóast framrokningarnar hjá TAKS vísa, at skattainntøkurnar hjá kommununi fyri 2009 einans verða 125 milliónir krónur.
Sum ikki einaferð í Klaksvíkar býráð vísa fólkafloksumboð seg sum bæði populistisk og ábyrgdarleys. Verða inntøkurnar hjá kommununi settar hægri enn framrokningarnar hjá TAKS vísa, so kann væntast hall á fíggjarlógini fyri 2009. Hetta fer at hava við sær eina enn størri skuld og enn størri trupulleikar.
Tí skal eg heita á veljararnar, hugsið og lærið av fortíðini, tá tit seta krossin. Veljið ein flokk, sum áður hevur víst fíggjarliga ábyrgd, dirvi og hegni. Velji Javnaðarflokkin!
Við Javnaðarkvøðu
Aksel V. Johannesen




