Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vendsyssel FF trýr framvegis uppá Alli

Jákup Ósá

– Vit vænta, at tað fer at gagna bæði felagnum og leikaranum, at hann sleppur at spæla fæst, sigur ítróttarstjórin í Vendsyssel FF, Jacob Kruger.

– Vit vænta, at tað fer at gagna bæði felagnum og leikaranum, at hann sleppur at spæla fast, sigur ítróttarstjórin í Vendsyssel FF, Jacob Kruger.

Leygarkvøldið kunngjørdi KÍ, at avtala var fingið í lag við 22 ára gamla verjuleikaran Mayowa Alli, sum kom frá Vendsyssel FF. Alli gjørdi seinasta summar ein tvey ára sáttmála við Vendsyssel. Á heimasíðuni hjá Vendsyssel FF hava teir í dag eina viðmerking frá ítróttarstjóranum í felagnum um hetta skiftið.

– Vit hava valt at leiga hann út, tí hann ikki hevur fingið fasta spælitíð hjá okkum. Vit trúgva, at føst spælitíð fer at gagna bæði Vendyssel FF og Mayowa sjálvum. Men vit trúgva framvegis uppá, at Mayowa kann sláa til hjá okkum, sigur Jacob Kruger við heimasíðuna hjá Vendsyssel FF.

Heimasíðan hjá Vendsyssel FF skrivar, at Mayowa Alli er útleigaður til KÍ fram til 31. august í 2015.

Mayowa Alli er skrásettur fyri 7 dystir hjá Vendsyssel FF.