Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veni vidi vici

Oliver Joensen

KÍ kom, spældi og sigraði! Í allarbestu fótbóltslíkindum tók KÍ ímóti TB í Klaksvík í dag.

Í allarbestu fótbóltslíkindum tók KÍ ímóti TB í Klaksvík í dag. KÍ-arnir vóru eitt sindur sperdir, tí eftir trý tap á rað skuldi okkurt meira henda. Venjarin hevur annars roynt ymiskt á vøllinum, og hava okkara menn gjørt fleiri mistøk, men í dag var útgangsstøðið ein vanlig 4-4-2 uppstilling, og tað er nakað sum KÍ-arnir kendu og dugdu. 
Eitt vælupplagt ungt KÍ lið kom, sá og sigraði á TB, sum lítið og einki vísti av góðum fótbóltsspæli. Teir hava skift venjaran út, og vit vóru eitt sindur bangnir fyri tí sokallaðu venjaraeffektini, men hon var als ikki tilstaðar í dag. 
Hálvleiksstøðan var 0-0, og venjarin segði við dreingirnar í steðginum, at teir máttu halda áfram við at trýsta TB, tí teir vóru til at hava við at gera. 5 min inni í seinra hálvleiki kom Álvur Christiansen inn fyri Jón Jacobsen, sum hevði fingið ilt í lyskuna, og í 66. minutti fáa vit hornaspark, og tað stútaði Álvur trygt í netið: 1-0 til KÍ!. 
Eftir hetta vóru TB-arnir sera ørkymlaðir og settu okkum undir trýst, tó uttan úrslit. Hetta opnaði fyri fleiri kontraálopum, og kundi KÍ fingið bæði eitt og tvey mál afturat (Eli Simonsen, Páll Klettskarð) Ein TB-ari sá reytt og bleiv vístur av vøllinum. Summa sumarum: eitt vælleikandi KÍ lið vann á TB í Klaksvík í dag. 

Tilukku dreingir, tilukku Trúgvi. Koyr á KÍ.

KÍ- liðið:
Mathias Samuelsen, Rudolf Eliasen, Sigmund Jacobsen, Kristian Andreasen, Kristian á Lækjuni, John Hammer, Páll Klettskarð, Asbjørn Tungá, Eli Simonsen, Dánjal Kjærbo, Jón Jacobsen (50. Álvur Christiansen) Á beinkinum: Atli Jacobsen, Johan Joensen, Heri Thorsteinson.

TB-liðið:
Ivan Stojkovic, Kim Roest, Óli Johannesen, Bergleif Sólsker, Jón Tórur Holm, Einar Petersen, Gunleif Olsen, Allan Poulsen, Dávur Mortensen, Olivur Abrahamsen, Kaj Roest, Andrias Vestergaard, Chris Hammerfoss, Mikael Bertholdsen, Teitur Rasmussen

Dómari: Jan Skoradal, Jan á Líðarenda, Jóannes Mikkelsen.