Í kvøld tá klokkan var farin av seks, vandi meistaraliðið hjá KÍ á Djúpumýru. Dysturin sum skal leikast ímóti AIK í Stokholm verður tikin í størsta álvara.
Ikki fer at kunna sigast at KÍ ikki hevur fyrireika seg, tí liðið við Mikkjali Thomasen á odda hevur gjørt almikið fyri at koma víðari í kappindini.
Tað verður ótrúliga spennandi at fylgja dystinum hósdagin. Spælararnir, sum enn eru á vøllinum, vóru ikki í spælibúna, tí alt tað er langt síðani niðurpakka. Leikararnir skulu helst verða á flogvøllinum klokkan 20 í kvøld, so tíðin verður stutt at fara heim at siga farvæl um teir yvirhøvur sleppa heim eftir venjingina í kvøld.
Gott mót dreingir og koyri á!!!




