Í kvøld vandu børnini til setanina av Barnlek, ið verður hósdagin kl. 16.00
Í kvøld vandu børnini til setanina av Barnlek, ið verður hósdagin kl. 16.00
Á setanini koma børn og ung úr øllum norðanlondum at vísa fram teirra dansir. At enda fara allir 550 luttakararnir at kvøða saman við føroysku børnunum
Tey fara at kvøða Stolt Signhild, og verður tað Rebekka Syderbø av Húsum, ið skipar. Annars eru leikirnir longu byrjaðir. Fyrstu gestirnir komu longu um vikuskifti og hava ferðast kring í norðoyggjum nakrar dagar.
Mikukvøldið dansaðu børnini saman í Badminton høllini, har ymisku londini lærdu allar luttakararnar teirra dansir. Men stóri dagurin har leikirnir veruliga verða settir er hósdagin kl. 16.00 á fótbóltsvøllinum í Klaksvík. Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, halda stutta røðu áðrenn børnini sleppa fram at.
Áðrenn setanina ganga luttakararnir skrúðgongu frá Klaksvíksgarðinum heim á vøllin. Setanin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.




