Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjarin hjá Jákupi argur um at fleiri mistøk í verjuni hava kostað

(
John Færø)

Jákup Mikkelsen og teir í Partick Thistle taptu aftur tepurt í skotsku premier league leygardagin. Hesaferð ímóti stóra og sterka Celtic, sum fekk harða mótstøðu, men aftur kostaði eitt mistak í verjuni, og tað er venjarin Gerry Collins ikki fegin um – hann krevur meira konsentratión frá sínum leikarum.

– Eg eri um at verða troyttur av mistøkunum, sum kosta okku stig nú um dagarnar. Vit hava spælt væl og hava fingið uppiborið rós fyri tað, men okkum manglar eitt sindur av konsentratión, og tað kostar okkum stig, og tað vil eg hava at halda uppat nú!!

M.a. soleiðis tekur venjarin hjá Jákupi til í samrøðu við heimasíðuna hjá Partick Thistle, http://ptfc.co.uk/v2/.
– Vit spældu næstan eins væl og Celtic, og tað er vissuliga gleðiligt. Teir hava eitt gott lið, og eg meini veruliga, at vit høvdu uppiborið í minsta lagið at fáa javnleik. Hinvegin kunnu vit ikki dúva ov nógva upp á tað, tí vit hava ein annan krevjandi dyst hesa vikuna ímóti Motherwell, og øll orka má nú konsentrerast um tann dystin, segði venjarin eisini.

Tá venjarin argast inn á manglandi konsentratión hjá sínum leikarum, so mundi hann neyvan meina við Jákup Mikkelsen í hesum. Í øllum førum verður Jákup ikki dadlaður fyri nakað av teimum báðum málunum, sum Celtic fekk í dystinum.

Fyrra málið, sum kom longu í 8. minutti, var eitt brandskot frá Lambert um brotsteigarmarkið, sum Jákup fekk blokerað, men tíverri slapp bólturin at smoyggja seg undir hann og rulla tvørtur um málstrikuna. Hetta var sjálvandi óheppi, men frásagnirnar kritisera ikki Jákup fyri hetta.

Partick javnaði í 25. minutti við málið, sum Grady skeyt, og helda støða helt sær til 3 minuttir áðrenn hálvleik.

Tá rendi ein av leikarunum hjá Partick saman við Celtic-leikara, dómarin dømdi brotsspark, og tað sendi Thompson trygt fram við Jákupi í mál til endaliga úrslitið 2-1 til Celtic.

Í seinna hálvleiki kundu bæði liðini fingið mál, men einki mál kom afturat í dystinum. Eitt nú varð Jákup settur á eina roynd av innskifta Liam Miller, men føroyski málmaðurin møtti skotinum.

Tað er neyvan nakar ivi um, at Jákup fær kapping frá hinum málmanninum hjá Partick Thistle, sum hevur verið skaddur men nú aftur er skaðafríur. Vónandi varðveitir Jákup plássið framhaldandi.