Tað standa tvær hálvfinalur uppá spæl, tá Team Klaksvík og Kyndil bresta saman í síðsta dystinum í bólkaspælinum í steypakappingini í kvøld.
Síðani Team Klaksvík bleiv stovnað í 2006, so hevur liðið tikið seg nógv fram og seinastu árini hevur liðið spælt í bestu mansdeildini. Serliga í tveimum kappingarárum hevur gingið væl í mun til onnur ár. Tað var fyri nøkrum árum síðani, tá m.a. Filip Jojic, sum hevur verið toppskjútti í bestu deildini í fleiri ár, var á liðnum. Tá vann Team Klaksvík á nærum øllum liðunum onkran dyst. Og so hetta kappingarárið, har Team Klaksvík hevur 12 stig fyri 15 dystir og er við í kappingini um at røkka hálvfinaluni í steypakappingini, sum felagið ongantíð áður hevur megnað. Men til tað krevst, at Team Klaksvík fær minst javnleik móti Kyndil leygarkvøldið.
Venjarin er nøgdur við kappingarárið higartil
Leikandi venjari hjá Team Klaksvík í fjør eins og hetta kappingarárið er íslendingurin Finnur Hansson. Hann er væl nøgdur við hetta kappingarárið.
– Í landskappingini fingu vit eina frálíka byrjan. Kanska eitt sindur óvæntað, og vit kláraðu at halda stiman í nakrar dystir og vera ovast eftir fyrsta umfar (spælt móti øllum einaferð, blaðm.). Síðani hava vit havt trupulleikar av skaðum. Hópurin er tunnur og so skjótt vit missa ein-tveir-tríggjar leikarar vegna skaðar, so blívur tað tyngri hjá okkum. Seinastu dystirnar hava vit sjáldan spælt við fullari manning. Men tá vit eru fullmannaðir, so eru vit har, ið vit skulu vera. Tá spæla vit javnar dystir. Vinna summar og tapa summar. Sum heild eru vit rímiliga væl nøgdir við landskappingina. Í steypakappingini hava vit havt tvær ymiskar upplivingar. Vit fingu eina ringa byrjan við tapi á Neistanum, men síðani reistu vit okkum ordiliga og vunnu stórt á H71 2. So nú verður tað ein finaludystur móti Kyndli um at sleppa í hálvfinalurnar, sigur Finnur Hansson við Norðlýsið.
Kyndil er lítil favorittur
Hóast Team Klaksvík er á heimavølli, har liðið hevur vunnið 5 av 7 lands- og steypadystum, so heldur venjarin, at favoritt leikluturin liggur hjá Kyndli, sum í landskappingini liggur trý stig frammanfyri Team Klaksvík við einum dysti færri.
– Eftir gongdini seinastu tíðina, so hevur Kyndil spælt fleiri fínar dystir á rað. Teir hava størri breidd enn vit. Men tað veldst um, hvørs vit raka dagin sum lið og loysa okkara uppgávur. Vit fara at brúka hesa vikuna til at fyrireika okkum taktiskt uppá, hvussu Kyndil spælir og hvar teirra veikleikar liggja. Bæði liðini hava øgiliga sterkar verjur og góðar málverjar, so tað hava ikki verið málríkir dystir. Síðani skulu vit dekka upp fyri teirra kontraálopum soleiðis, at teir ikki sleppa til løtt mál. Tí vit eru sterkir, tá vit eru komnir heilt aftur at standa við okkara føstu verju. Teir hava nógvar skjótar og góðar leikarar. Teir hava roynt at sett leikferðina upp og runnið okkum niður, men tað hevur ikki eydnast so væl, tí vit vunnu heimadystin í landskappingini. Vit hava vant hart, serliga seinastu tveir mánaðirnar, so vit eiga ikki at fáa trupulleikar við leikferðini nú. So tað er ein opin dystur, men har Kyndil vegna breiddina er ein lítil favorittur, heldur leikandi venjarin hjá Team Klaksvík.
Allir vera við
Hóast Team Klaksvík hevur verið rakt av skaðum seinastu tíðina, so vera allir leikararnir við leygarkvøldið.
– Fimm av teimum sjey leikarunum, sum vanliga byrja inni eru hálvskaddir og mugu fáa ymiskt fyribyrgjandi fyri at spæla. So vit kundu verið betri fyri, men allir vera við. Hendur einki óvanligt, so vænti eg ikki, at tað fer at merkjast. Uppleggið verður sum vanligt og vit taka tað sum eina finalu, ein stóran dyst, har vit hava møguleikan at koma í hálvfinalurnar, sigur Finnur. Tá vit spyrja, um týdningurin av dystinum kann ganga útyvir avrikið, so heldur Finnur, at tað er ein uppgáva hjá honum sum venjara at loysa.
– Vit vita, at vit kunnu flyta mørk og skriva søgu javnan. Men tað royni eg at taka aftaná, tí tað kann vera, at ein spennir bogan ov høgt, um ein setur eyka trýst á leikararnar, sum eru meira óroyndir við slíkar støður. Eg havi sjálvur nógvar tankar, sum eg ikki sigi leikarunum. Tí mugu mugu hava fokus á dystinum og ikki, hvat úrslitið kann geva. Mín uppgáva er at halda leikarunum niðri á jørðini, tí onkrar dystir fyrr í ár hava vit knekka av tí, at vit hava hugsað ov nógv um, hvat dysturin kann geva aftaná ístaðin fyri bara at hava fokus á dystinum sjálvum, sigur Finnur Hansson.
Væntar spenning til tað síðsta
– Tað verður ein intensur dystur, har eg ikki vænti so nógv mál. Tað kemur óvæntað á meg, um tað vera fleiri enn 2-3 mál á muni, tá dysturin er liðugur. Tað hevur stóran týdning at nógvir áskoðarar møta upp. Tað hevur givið okkum eyka orku í heimavølli og eg føli, at leikararnir geva eitt sindur eyka við fullari høll í rygginum. Hetta er størsti dystur í mínari tíð í Team Klaksvík og vit fara at gera okkara til, at tað verður vert at koma í høllina leygarkvøldið, sigur Finnur Hansson at enda.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar í kvøld l. 18.00.


