Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjarin settur

Oliver Joensen

Ove Flindt Bjerg er endaliga settur sum venjari fyri kappingarárið 2004, við møguleika hjá báðum pørtum at leingja sáttmálan við einum ári afturat.

Hýrurin var sera góður í KÍ høllini í kvøld, tá Markus Tummas kundi kunngerða, at KÍ hevði sett Ova Flindt Bjerg sum venjara. Eisini gjørdi KÍ sáttmála við Atla Danielsen og Ova Nysted. Sáttmálin hjá Ova Nysted er gjørdur fyri trý ár, ímeðan sáttmálin hjá Atla Danielsen er ein eitt ára sáttmáli.
Sum vit søgdu fyrr í kvøld, so var fundurin eisini ein móttøka fyri Anfinn Danielsen, nú hann er komin aftur til felagið eftir drúgva sjúkralegu. Flestu norðoyingar munnu vita, at Anfinn hevur fingið stóra skurðviðgerð og undir hesari fingið eitt nýtt nýra frá beiggja sínum. Anfinn tóktist væl fyri og greiddi frá ætlanum sínum fyri komandi ár sum samskipari.
Stórur var fagnaðurin tá Jákup Mikkelsen, nakað seinkaður kom á fundin saman við konu síni og børnunum. Jákup skal vera í hópinum hjá KÍ komandi kappingarár og í stuttari røðu segði hann seg vera fegnan um at vera komin heimaftur og hann segði seg eisini vera ovfarnan av móttøkuni hann fekk.