Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjing fyri børn og ung

John William Joensen

Treysti fer í vetur at skipa fyri venjing fyri børn og ung í Badmintonhøllini

Tilmelding til vetrarvenjingina verður í morgin ímillum kl. 17 og kl. 18 á skrivstovuni hjá Treysti, sum er í Badmintonhøllini. Venjingin verður bert fyri limir í Treysti. Tað ber til at tekna seg sum lim í morgin eisini.

Venjingartíðin verður fríggjadag kl. 17-18 og venjarar verða Guttorm Sørensen og Heini Gregersen. Guttorm fer at venja størru børnini, meðan Heini fer at venja tey smærru.

Kostnaðurin fyri vetrarvenjingina hjá børnum og ungum, sum byrjar fríggjadagin 3. oktober, er kr. 200. Venjingin heldur fram til apríl/mai.