Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjing í Norðoyatunlinum

John William Joensen

Norðoyatunnilin er stongdur fyri allari ferðslu í kvøld, týsdagin 22. okt. frá kl. 19.00 til 22.30. Íhesum tíðarbili sleppa einans neyðsynjarakfør gjøgnum tunnilin.

Norðoyatunnilin er stongdur fyri allari ferðslu í kvøld, týsdagin 22. okt. frá kl. 19.00 til 22.30. Íhesum tíðarbili sleppa einans neyðsynjarakfør gjøgnum tunnilin.

Orsøkin til, at tunnilin er stongdur, er at ein størri venjing varð sett í verk í kvøld kl. 19.40, og endar væntandi í seinasta lagi kl. 22.30.

Venjingin er ein liður í viðlíkahaldinum av trygdini og tilbúgvingini í Norðoyatunlinum.

Luttakarar í venjingini eru sløkkiliðini í Klaksvík og Eysturkommunu, sjúkraflutningstænastan, løgreglan o.o.

Vinaligar heilsanir

Uni Danielsen