TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Viðareiðistunlinum seinnapartin í gjár.
Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Klaksvíkar Sløkkilið, Ambulansatænastan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Politiið og Landsverk. Harafturat luttóku ymiskir eygleiðarar.
Næmingar frá Tekniska skúla í Klaksvík vóru statistar.
Tað vóru tveir persónbilar, ið rendu saman inni í tunlinum, og fýra fólk fingu skaða.
Her eru nakrar myndir frá venjingini:




