Í tí næsta venjingardystinum hjá KÍ, sum var tann fyrsti á heimavølli, vann KÍ aftur á B71, sum ikki hevði tað heilt stóra at bjóða uppá.
Hesa ferðina var sigurin 1-0, við máli, sum Kaj Ennigarð gjørdi við enninum í fyrra hálvleiki, tá hann skallaði bóltin í mál dygst úti við aftaru stong eftir hornaspark úr vinstru síðu.
Í góðveðrinum leygardagin spældi KÍ fyri fyrstu ferð í ár ein rættiligan dyst á heimavølli, har B71 var á vitjan við fleiri brasiliumonnum og onkrum heilt ungum leikara á liðnum.
Dysturin var ikki tann best leikti. Enn er ov stutt fráliðið, til at ein kann rokna við poleraðum leiki, men tað vóru tó onkur brot at síggja, sum geva vónir um góðan fótbólt seinni í ár.
B71 eingin
stór hóttan
Samanumtikið var B71 ikki á hædd við KÍ, sum tí hevði meginpartin av spælinum og tí trýsti, sum var. Tó høvdu teir gulu av Sandoynni onkrar hálvar møguleikar at finna meskarnar hjá KÍ, men sum oftast vórðu teir steðgaðir av Jan Andreasen, Kareem Smith, Kaj Ennigarð og hinum, og tá tað kravdist, var Mattias Samuelsen á røttum stað og bjargaði ella tók innleggið niður úr luftini. Tó skal sigast, at Oddmar á Lakjuni ta einu ferðina bjargaði á strikuni.
Tó varð KÍ-verjan í hesum dystinum ikki løgd undir nóg stórt trýst til at kunna staðfesta styrkina í mun til hægsta føroyska støðið.
KÍ kundi tað sama havt vunnið dystin við eitt sindur størri málmuni. Eitt nú hevði Kaj Ennigarð ein fluktara, og onkrir aðrir málmøguleikar vóru eisini rímiliga góðir. Chris Cerroni, sum gjørdi annað málið á Sandi í tí fyrsta dystinum, fekk ímóti endanum ein góðan møguleika, tá hann varð spældur hegnisliga fríur í brotsteiginum, men tíverri gleið hann og datt, tá hann skuldi snara sær og leggja til skot (hevði møguliga ikki teir røttu skógvarnar á fótunum, tí hann gleið heldur ofta í dystinum).
Ennigarð skorar
í hvørjum dysti!
Tað verður neyvan gjørligt hjá honum at halda eina so framúr góða skoru pr. dyst sum higartil, men í løtuni siga hagtølini í øllum førum, at Kaj Ennigarð hevur leikt 2 dystir og skotið 2 mál fyri KÍ.
Hann tykist hava funnið seg væl tilrættis á blá-hvíta liðnum, har hann hesa ferðina leikti eitt sindur framman fyri miðverjarnar – helst mundi hann vera verjukendur miðvallarleikari mitt fyri.
Málið kom eftir eitt hornaspark, sum KÍ hevði vunnið eftir eitt innlegg frá Harley úr høgru inn til Símun Joensen, ið skallaði væl, men málmaðurin jústaði bóltin uppum.
Síðani varð hornaspark tikið úr vinstru síðu væl inn fyri málið – helst mundi tað vera Heðin á Lakjuni, ið skeyt – og við aftaru stong stóð Kaj Ennigarð, og sjálvt um tað var lítið pláss millum mótstøðumenn og málstongins, so megnaði hann at stýra bóltinum inn í málið, dygst úti við stongina. Flott Kaj!
Stutt um onkrar
av KÍ-leikarunum
Sum nevnt, var spælið í dystinum ikki tað stóra at skriva heim um – tó við onkrum glottum í løtum.
Mattias Samuelsen fekk sum nevnt møguleikan í málinum, og hann kom eisini væl frá uppgávuni. Umráðandi er, at Mattias í ár fær onkrar dystir við besta KÍ-liðnum, so hann kann mennast og búnast sum málmaður á hægsta føroyska støði.
Sum áður nevnt byrjaði KÍ í fyrra hálvleiki við Jan Andreasen og Kareem Smith í miðverjuni, har teir kláraðu seg væl, samstundis sum vit hava í huga, at teir ikki fingu seg trýstroyndar, tí B71 ikki megnaði at leggja tað stóra trýstið á KÍ.
Vinstri vongbakkur var Heðin á Lakjuni. Hann gjørdi sína verjuskyldur til lítar, men kom í byrjanini av dystinum ikki so nógv fram við í álop, sum vit onkuntíð fyrr hava sæð. Hetta broyttist tó so við og við, og Heðin var at enda rímiliga virkin í álopspartinum og hevði eisini onkrar langskotroyndir.
Leon Bjartalíð byrjaði inni í høgru síðu saman við Harley. Leon er ein tekniskt góður leikari, ið vit kenna frá fyrr sum m.a. ein, ið dugir at finna málið hjá mótstøðuliðnum. Leon tykist vera væl fyri, men tíverri fekk hann ein snudd tíðliga í dystinum, og Oddmar á Lakjuni kom so inn fyri hann.
Oddmar er ein stríðsmaður av teimum stóru, sum altíð er fúsur at renna og kempa, um tað so skal vera meira enn 100% Eisini er hann ein spælari, sum til tíðir vísir gott tev og vilja at fara fram eftir vøllinum og skapa nakað í tí rætta endanum av vøllinum. Hetta sóu vit eisini leygardagin.
Harley skaraði
framúr hjá KÍ
Ein av leikarunum, sum skaraði eitt sindur framúr, var Harley Bertholdsen, sum leikti úti í høgru síðu, antin sum bakkur ella miðvallari.
Harley var við í nógvum framrættaðum spæli, var virkin og tí ofta tøkur hjá hinum at spæla til, tá farið varð í álop, og tað var eisini eitt innlegg frá honum, ið skapti hornasparkið, sum gav málið.
Kring vøllin var semja millum fleiri, at Harley var millum frægastu KÍ-leikararnar hendan dystin.
Gunnar Nielsen vísti í smáum brotum, at hann hevur sera góðan tekniskan førleika, men hann tykist ikki enn at hava funnið seg rættiliga tilrættis á vøllinum og í spælinum hjá KÍ. Hetta verður uttan iva væl betri um eina tíð. Umráðandi er, at ein so góður spælari finnur stevið og plássið á liðnum.
Símun Joensen leikti miðskeiðis á miðvøllinum, har hann sum altíð stríddist sera væl og kom eisini væl frá uppgávuni.
Kaj Ennigarð, ið vit hava umrøtt, var skiftur út eftir umleið hálvan tíma – møguliga fyri onkran snudd – og inn fyri hann kom Høgni Madsen á sama plássið sum verjukendur miðvallari. Høgni fylti væl upp á hesum plássinum har leikti í sínum eyðkenda stríðvilja.
Í álopinum vóru tveir útlendingar – ein nýggjur, Chris Cerroni, og ein kenningur frá í fjør, Paul Clapson.
Báðir stríddust væl uttan tó at koma til teir heilt stóru møguleikarnar. Í seinna hálvleiki beklaði Paul annan fótin eitt sindur og varð skiftur út. Einki álvarsamt kortini.
Inn í álopið fyri Clapson kom ungi og evnaríki Páll Klettskarð, sum er eitt av áhugaverdu nýggju nøvnunum í besta KÍ-hópinum.
Páll vísir gott hegni at flyta seg skilagott í álopinum og gjørdi onkra spennandi rykking við bóltinum, sum boða frá góðum í framtíðini. Gott Páll!
Eitt yngri KÍ-lið
í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki komu fleiri yngri leikarar inn á vøllin. Eitt nú Kristoffur Jakobsen í høgru síðu, Sigmund Jacobsen á vinstra bakkin fyri Heðin, Steffan Kalsø í miðverjuna fyri Kareem Smith og sum nevnt Páll Klettskarð í álopið fyri Paul Clapson.
Hetta broytti ikki nógv um dystargongdina, tí KÍ varðveitti trýstið á B71, uttan tó at fáa fleiri mál.
Hesar royndirnar bera helst boð um, at KÍ í ár fer at geva onkrum av hesum ungu monnum møguleikan á besta liðnum, og so er bert at vóna, at teir taka av møguleikanum og geva hinum monnunum eina harða og sunna kapping um plássini.
Higartil hevur KÍ leikt tveir venjingardystir, báðar ímóti B71, og eru teir endaðir við 2-0 og 1-0 sigrum.
Onkur venjingardystur verður afturat í vikuni (á útivølli), og so er Klaksvíkskappingin á skránni komandi vikuskiftið.




