Tórður Lervig gjørdi bæði málini fyri KÍ, sum var á odda 2-0 í hálvleikinum, men eftir steðgin tók AB yvir og javnaði eisini til endaliga úrslitið 2-2.
Enn hevur KÍ ikki tapt nakran av venjingardystunum, sum higartil hava endað við tveimum sigrum á HB og ÍF og javnleikum ímóti Víkingi og AB.
Hesin seinasti dysturin var mikukvøldið í Klaksvík, har argjamenn vóru á vitjan.
KÍ hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki, og legði seg eisini á odda 2-0 við málum, sum Tórður Lervig gjørdi, bæði tvey.
Tórður hevur higartil í venjingardystunum spælt í KÍ-álopinum, og hesi vóru tey fyrstu málini hjá honum í ár.
Sum nevnt, tóku argjamenn yvir í seinna hálvleiki, og skoraðu tvey mál, meðan KÍ ikki var at kenna aftur, og hevði sera lítið at bjóða hesar 45 minuttirnar. Bert ein málmøguleiki fall til KÍ eftir stegðin, men hann var hinvegin sera stórur, men tíverri fekk Adrian Stauss ikki úrtøku úr honum, og so gjørdist úrslitið javnleikur 2-2.
Leikandi venjarin, Jákup N. Mikkelsen, stóð hesaferð í málinum allan dystin, har hann eisini gav dømir um sín sera høga klassa. Eitt nú hevði hann eina framúr góða bjarging!
KÍ-liðið var soleiðis mannað ímóti AB:
Jákup N. Mikkelsen í málinum.
Jan Andreasen og Oddmar á Lakjuni í miðverjuni.
Ári Samson vinstri bakkur og Leon Bjartalíð høgri bakkur.
Allan Joensen og Kristian á Lakjuni mannaðu tann sentrala miðvøllin.
Bjarki Vágstún var vinstri vongur, og Niels Pauli Danielsen var høgri vongur.
Síðan var álopið mannað av Adrian Stauss og tvífalda málskjúttanum, Tórður Lervig. Í seinna hálvleiki varð Ovi Nysted skiftur inn í álopið.




