Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystur KÍ-B68 týskvøldið: Nú skulu leikararnir úr Senegal royna seg í dysti

Norðlýsið ÍTROTTUR

Fyri at hyggja nærri eftir 2 spælarum úr Senegal fer Formuladeildarliðið hjá KÍ týskvøldið kl. 18.30 at spæla venjingardyst við Djúpumýru ímóti B68.

Tað er greitt, at KÍ ikki longur hevur so nógv at spæla fyri í inniverandi kapping, og tí er tað nátúrligt, at felagið kannar møguleikar og spælarar við komandi kapping í huga.

Fyri nøkrum vikum síðan visti Norðlýsið at siga frá, at 2 leikarar úr Senegal vóru komnir til Klaksvíkar at royndarvenja við KÍ.

Talan er um verjuleikaran Saher og miðvallarleikaran Joseph, sum báðir eru áleið 21 ára gamlir, sum nú hava vant við besta KÍ-hópinum í eina tíð.

Nú frættiast úr KÍ, at teir nú sleppa av álvara at royna seg. KÍ hevur avtalað við B68, sum eisini hevur tveir spælarar úr Senegal til royndarvenjing, at liðini bæði fara at hittast í venjingardysti við Djúpumýru nú týskvøldið kl. 18.30, har serliga fer at verða hugt at hesum útlendsku leikarum.

Royndarvenjingarnar við hesum leikarunum úr Senegal eru komnar í lag í samstarvi millum ein útlendskan leikaraumboðsmann og Ólav Waag Høgnesen leikaraumboðsmann.

Frammanundan vóru leikararnir í Danmark og royndarvandu hjá onkrum felag har, og brúktu teir hetta høvið til eisini at koma til Føroya at royndarvenja við KÍ.

Báðir leikararnir spæla sum skilst í sterkastu fótbóltsdeildini í Senegal, so nú verður spennandi at síggja, hvussu teir roynast í føroysku kappingini.

B68 hevur longu tryggjað sær uppflyting úr 1. deild, so venjingardysturin týskvøldið verður millum tvey lið, sum komandi ár fara at spæla í Formuladeildini.